Føroyskur svimjari í Bretlandi

David Carry, ja tað ljóðar ikki føroyskt, men hann hevur tó røtur úr Føroyum.
David er føddur t. 8. Okt. 1981 í Aberdeen. Hann hevur svomi síðan hann var bert 5 ára gamal og vann heili 2 gull til Commonwealth Games í 2006 í Avstralia. Hann vann 400m frí, og 400m blandað. Men hansara fyrsta enska met kom so ikki fyrr enn fríggjadagin 27. juli 2007. Tað var í 400m frí at David tók bretska meti frá Paul Palmer (OL silvur í 1996) tíðin hjá David var 3:47,40 og er tað 19 sek. skjótari enn føroyska meti hjá Pál Joensen. Langbana til Føroyar takk!
David er ein av mongu ungu svimjarum úr Bretlandi sum hevur vant í Avstralia (Gold Coast) og sum Bretland vónar, skal gerða um seg til OL í 2012.
Um “klaksvíkingurin” (David) sleppur undan skaðum, og annars heldur á fram at betra seg, ja so kanska okur fáa fyrsta gullheiðursmerki til Føroyar til OL í svimjing longu í 2012 🙂
Sikken ein styrkur til Ægir (Johan Martin sær gull nú) David er sera sterkur í 200 og 400m frí, men 400m blandað er ikki av leið, 4:15,98 á langbana er nokk til finalu til HM. David var sjúkur í Melbourne og megnaði tí ikki at vísa hvat hann kundi, men til Bretsku Meistarakappingina í farnu viku á langbana, vísti hann øllum hvat hann er gjørdur av.

2 thoughts on “Føroyskur svimjari í Bretlandi”

  1. Eg minnist ikki heilt, og tað er ikki so gott. Eg prátaði við hann í Melbourne, hann var ótrúliga fittur og stoltur av at hava føroyskar røtur. Eg kundi hugsa mær at fingi hann hendan vegin til til eina kapping. Men tað má so vera til eina av fyrstu kappingunum tí eg vanti ikki at hann fær loyvi frá venjarinum at koma til Føroyar á vitjan tá ið OL í Kina er Top Prioritetur. 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.