Broyting í viðmerkingum

Vit hava fingið nakrar eitt sindur keðiligar viðmerkingar frá dulnevndum brúkarum her á svimjing.com, og ‘ónevndi brúkarin’ er tí fyribils forðaður fyri at viðmerkja. Kanska með alla. Men tað er ikki verri enn at tit kunnu skráseta tykkum sum brúkari við dulnevni her á heimasíðuni, um tit ikki vilja leggja navn til.

‘Ónevndi brúkarin’ er annars bestemt eisini komin við áhugaverdum viðmerkingum, hesar fáu mánaðirnar sum heimasíðan hevur virkað, og tað er tí við ávísum sorgblídni at vit forða fyri honum nú. Vónandi merkir tað bara at hesir brúkarar skráseta seg, og so halda áfram at skriva.

Annars virða vit umsitarar dulnevnið hjá tykkum, á tann hátt at veruliga navnið ongantíð verður avdúkað av okkum her á heimasíðuni. Faktiskt verja vit okkum móti at koma til at avdúka av óvart, við ikki sjálvir at hyggja eftir hvør teldupostadressa er skrásett til brúkaran. Ein dulnevndur skal fáa frið at viðmerkja dulnevnt, so leingi sum viðmerkingarnar ikki gerast ov ljótar… og verða tær tað, so steingja vit bara fyri atgongdina hjá viðkomandi.

Námen, eg (Rókur) vóni at tit skilja støðuna. Vit vilja helst ikki drepa kjakið her á heimasíðuni, men eisini umganga at vit fáa droytt klandur her millum navngivnar brúkarar og fólk sum ikki ein gang vilja leggja navn til síni fornermilsi. Í øllum førum so leingi sum vit umsitarar eru í feriu og/ella ov sløvir til at fylgja við 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.