Heim aftur komin

So siti eg endiliga í stovuni í Brekkum aftur, væl fyri eftir at hava sovið í egnari song eftir ein flogtúr sum vardi allan gjár. Ein fantastiskur men kaotiskur túrur er næstan at enda komin – eg mangli bara at fáa kuffertið eisini 🙂

Vit møttu við viðføri á Ixian Grand kl 06:30 Rhodos tíð (04:30 føroyska tíð), skræddu morgunmat í okkum og fóru so á flogvøllin kl 07:00. Bíðaðu so har eitt langt og tvey breið til vit sloppu at checka inn, og frættu so at flogfarið var seinkað til kl 11:30 Rhodos tíð (skuldu eftir ætlan flúgva kl 09:30). Námen, eg haldi at vit flugu um tólvtíðina. Heimeftir var stríður mótvindur, og vit máttu tí millumlenda í Prag í 30 minuttir, sum gjørdust í øllum førum 60 minuttir. Víðari til Keypmannahavnar at seta fólk av í 45 minuttir, sum gjørdust 1 tími og 30 minuttir (men jubii, vit sloppu í land at shoppa). Flugu so við viðvindi heim til Føroya og lendu kl 20 føroyska tíð (22 Rhodos tíð). Og vóru í Havn kl 21:30 føroyska tíð, einir 16½ tími eftir at vera farin av Ixian, og eftir at hava sitið í flogfarinum einar 10-11 tímar. Puha.

Enda-seremoniin varð líka stutt sum byrjunar-seremoniin var lang. Tað vil siga, vit bíðaðu rættiliga leingi eftir at sleppa at marsjera inn, gingu so eitt stutt petti, hoyrdu at tey høvdu tikið Oyggjaleikaflaggið niður (“ná… hvar?”), og síðani orðini “Let the party begin”. Triathletarnir marsjeraðu óvaskaði við súkklu og viðføri, av tí at vit júst vóru komin frá heiðursmerkjahandanina, og onga loysn høvdu til dýru súkklurnar. So heim og so í býin.

Annars frætti eg sum tað seinasta í gjár, at næsti flúgvarin varð útsettur til seinnapartin í dag, av tí at vit høvdu verið so leingi á veg. Sikkurt okkurt við vaktunum hjá Atlantic.

Triathlet-genturnar vunnu greitt silvur í liðkapping, og Karina bronsa sum einstaklingur! Vit fingu einki gjørt við nummar 1 og 2 av Guernsey, men eftir tað komu tær føroysku sum nummar 3, 4 og 5 av 17 byrjandi og mær vitandi fullførandi eisini. Dreingirnir vórðu nummar 16 og uppeftir, og um 4-5 sum lið, sum faktiskt var OK í mun til vánirnar. Serliga var tað gott at øll gjøgnumførdu teinin í hitanum – haldi at øll søgdu aftaná, at tey væntaðu seg at kollapsa tá ið hitin setti til, í byrjanina av renningini.

Svimjararnir vóru FANTASTISKIR, men tað hava tit longu hoyrt í óendaligheit. Til lukku til tykkum øll í Oyggjaleikahópinum, og til okkum onnur eisini fyri at hava verið runt hendan søguliga hópin. Okkara bestu á Rhodos vóru 15-17 ára gomul – juniorar – og vit eiga tí nógv gott í væntu á komandi leikum, um bara vit duga at fáa tey at halda á at venja og betra seg.

Eg má fara at eta morgunmat. Orsaka at vit (tvs. serliga eg) hava lagt upp til at fara at skriva nógv av Rhodos, fyri síðani ikki at liva upp til tað á staðnum. Eg spekuleraði uppá um tað mundi vera vegna tídarpress ella væntandi internet, at so lítið var at frætta frá svimjarunum teir fyrstu dagarnar eftir at tey vóru komin til Rhodos. Og meti nú, eftir at hava roynt tað sjálvur, at tad var fyrst og fremst vegna tíðarpress, og hareftir vegna dýrt og trekt internet, griskt tastatur, droyar teldur, og so framvegis. Eg hevdi í øllum førum mítt dýra stríð við at finna brúkiliga internettíð.

Vit mugu bara skriva ‘endurminningar’ her, komandi dagarnar. Og kjakast. Síggi at eg má puha hyggja at viðmerkingum her, tí har hevur verid rok á onkrum av gomlu søgunum. Men haldi eg byrji við at leggja myndir upp, nakrar túsund í tali, á Flickr-kontoina hjá mær og konuni.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.