Fyrsta heilsan av Rhodos

So eru vit triathletar eisini komnir upp á pláss á Rhodos, um enn tað var eitt sindur kaotiskt í nátt. Vóru ikki í íbúðunum fyrr enn kl 05:30 lokala tíð, av tí at trupulleikar vóru hjá teimum lokalu at finna fram. Men nú hava vit so sovið og etið, og so er tað so rímiliga gloymt 🙂

Her er steikjandi heitt ! Um tit fyristilla tykkum at ljósið er so bjart sum í einum solarium, og onkur so fønar tykkum um allan kroppin samstundis, við luft sum er tilsett onkrum undarligum kryddaríi, so er tað nøkulunda fornemilsið. Man lærir skjótt at ganga spakuliga, fyri ikki at fara at postsveitta.

Kona Evald hevði tosað við onkran lokalan í gjár, sum segði at hitin í síðstu viku (46 hitastig) var tað heitasta sum her hevði verið í 100 ár. So vita vit tað. Men veðurvánirnar eru tíbetur at varmin skal fara niður aftur á tær 30 áðrenn leikirnar. Á hesum svalliga kontórinum sum eg eri beint nú, eru 32 gradir við air conditioning.

Nei, alt er ikki heilt klárt enn, og heldur ikki perfekt. Jon Bjarnason berjist fyri at fáa sóltak yvir svimjararnar, og Høgni stúrir fyri at svimja 1500 metrar á bana 8, av tí at rákið í hylinum er so kraftigt at hann hevur trupulleikar við ikki at reka av bananum. Borðtennisspælararnir hava uppdagað at tey ikki hava fingið air conditioning í høllini sum ætlað, men varmablásarar i staðin (latið okkum vóna at teir kunnu vendast til at blása kulda, onkunsvegna).

Kranavatnið er lunkað her, av hitanum. Man skal koyra tað í køliskapið fyri at fáa heitt [Bartal: kalt?] vatn. Vit keypa sjálvsagt yvirhøvur vatn á fløsku, og kóka kranavatnið til kaffi. Tad smakkar annars fínt.

Ná eg má renna. Vit fara yvir á hotellið hjá føringunum nú eftir súkklunum hjá triathletunum, og so skulu teir súkkla heim áðrenn tað verður myrkt. Vit hava leigað ein bil til at koyra runt við, so tað gongur fínt. Eg skrivi hetta frá kontorinum hjá tí sum útleigar okkum íbúðir, og vænti at kunna gera tað nógv næstu dagarnar; so tit frætta nokk meira seinni 🙂

Bartal, vinarliga rætta tú tekstin her til føroyskar stavir, um tú hevur tíð.

Við ítrottarkvøðu

Rókur

 

4 thoughts on “Fyrsta heilsan av Rhodos”

  1. Eg haldi, Rókur hevur fingið hitaslag, tí hann skrivar, at tey koyra kranavatn í køliskáp fyri at fáa heitt vatn 🙂

    1. Men fyrst í gjár (í øllum førum tað eg veit um ;-). Rann ein túr í gjár um 15-tíðina… sum var eitt vana trekk. Kláraði gott nokk heim, skinklandi, men var mildest talt illa fyri.

  2. Summir varmablásarir kunna blása kulda. Tað lærdu vit í Kastrup aftaná at hava arbeidd í -4 kuldastig ein heilan vetur. Varmablásarnir hjá okkum vóru (skeivt) settir at blása kulda.

  3. Eg veit ikki um tað hjálpir tykkum á Rhodos, men í morgun hevur eitt heglingsæl herjað í Suðurjútlandi við høgl stór sum dúgvuegg. Danska veðurstovan skrivar, at veðrið í Danmark hevur verið óvanligt í juni mánað – mest líkt heystveður við vindi, kulda og regni.

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.