OYL

Ehm, er tað bert eg, ið ikki veit nakað, ella er startlistin til OYL ikki komin enn ??

4 thoughts on “OYL”

  1. Tað tykiskt ikki sum um at samskifti er nakað sum Rodos-búgvar ganga so høgt uppí.

    Heimasíðan er ógvuliga avmarkað – eg sakni til dømis nakað so basalt sum upplýsingar um hvørjir luttakararnir yvirhøvur eru, úr ymisku londunum (so at man kann vurdera hvussu sterk kappingin verður, alt eftir um Dimitri er har osfr).

    Hartil hjálpir tað lítið at spyrja í telduposti, tí hann í triathlon svarar í øllum førum ikki. Høvuðskontaktin svarar, um enn svarið sjáldan kann brúkast til nakað.

    Eg stúri fyri sjálvar leikirnar, tá ið tað eftir øllum at døma verður upp til SVF/Kringvarpið at kunna tey sum heima sita um úrslitini á Rodos. Tí um ikki ein nýggju og spennandi Rodos-heimasíða verður smekkað upp her í vikuskiftinum, so sær tað út til at verða ógvuliga avmarkað við upplýsingum har. Trúgvi í øllum førum einki uppá nakað Live Results ella líknandi.

    Soe… tað er upp til okkum onnur at finna internet har tað yvirhøvur ber til, og lata frætta heim 🙂

    1. OYL má verða tað minsta ein sum svimjari á Tvøroyri eigur at órógvast yvir. Borgarstjórin hevur akkurát sagt í útvarpinum at svimjingin á Tvøroyri hevur tað so gott sum hon kann. So har verður neyvan nakað at koma eftir í framtíðini. Maðurin er tíverri ikki komin inn í hesa øldina við báðum beinum enn. Sikken ein …..

      1. Ongastaðni í Føroyum er so stutt millum hyljaveggirnar sum á Tvøroyri. Hitt – at svimja langt – taað kann bara klárast við at svimja oftari.

        Nei tvætl, tit mugu hava ein nýggjan hyl.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.