Sum tit kunnu lesa í tíðindunum her av tsvim.com, so bjóða fyrireikararnir av havsvimjingini á Jóansøku nú eina flogferð til skjótasta svimjara, og ‘spennandi vinningar’ til nr 2 og 3 eisini. Hetta man vera klárt tann størsti vinningur sum hevur verið lovaður í føroyskari svimjing nakrantíð, ella í øllum førum í nýggjari tíð
Nú veit eg ikki heilt hvar ‘keiðin við flakavirkið‘ er á Tvøroyri; men um tað er nærmasta kei hinumegin Trongisvágsfjørð, so fær kagi.fo teinin til ikki at vera meira enn 800 metrar (um tit svimja snórabeint yvirum).
Hitin í sjónum er um 9 gradir, hesa ársins tíð, og DMI lovar heilt hampuliga gott veður sunnudagin.
Frá molanum á Krambatanga yvir á flakavirkið er umleið 690 metrar, hetta sambært LV.
Heilsan Jon