Úrslit og myndir frá DÅM 2007 síggjast nú her á heimasíðuni hjá Ringe Svømmeklub, og tað gongur bara heilt hampuliga væl hjá føroyingunum. Besta úrslit til nú er eitt 3. pláss til føroysku gentustafettina í 4 x 50 firvald, men tær hava eisini klárað bæði 4., 5. og 6. pláss í øðrum kappingum.
Um vit byrja úr rætta enda, so eru úrslini til nú:
Gentur 11 ár og yngri
- 4 x 50 firvald: Føroyar nr 3
- 100 bringu: Turið S. Christiansen nr 8
- 200 rygg: Jonna Bjartalíð Thomsen nr 10
- 100 frí: Turið S. Christiansen nr 5, Jonna Bjartalíð Thomsen nr 8, Óluva Jacobsen nr 18, Eva Trygvadóttir nr 33
- 200 blandað: Turið S. Christiansen nr 4, Óluva Jacobsen nr 11
- 100 firvald: Jonna Bjartalíð Thomsen nr 6, Óluva Jacobsen nr 16
12 ár
- 200 rygg: Birita Debes nr 8, Poula Mohr nr 11
- 100 frí: Poula Mohr nr 11, Birita Debes nr 32
- 200 blandað: Poula Mohr nr 14
Myndir kunnu síggjast her á heimasíðuni hjá Ringe Svømmeklub. Tað sær út til at føroyingarnir fáa ikki almenn heiðursmerki, men ‘svimja uttanfyri kapping’, tí genturnar síggjast ikki á heiðursmerkjaskammilinum ísv stafettina.