Franska svimjistjørnan hevur fótin í gips nú, eftir at hon breyt hann tá ið nýggju liðfelagar hennara í Rom syftu hana í hylin. Tað skuldi vist nokk vera fyri at feira at hon valdi teirra felag, men nú situr hon so bara á kantinum aftur. Hendan greinin í Ekstra Bladet hevur mynd av tá ið tey (well, “teir”) syfta hana.
Philippe Lucas situr sikkurt við einum skeivum smíli og sigur “Nú kan tú hava ein merde!” :-))
Ein fyrrverandi danskur juniorlandsvenjari fekk einaferð ein av juniorinum at klattra høgt upp í eitt træ beint sum EJM var liðugt, øll herligheitin endaði við at svimjarin datt niður, breyt læri í 2 støðum, hoftina og meiddi aðra økslina. Øll vóru tey full! Gita um onkur venjari heima í DK var súrur? Fyri ikki at tosa um foreldir.
Ein skal ansa sær við at hava tað alt ov stuttligt :-)