Innbjóðing til FM 2007

SSF bjóðar aftur í ár til FM-stevnu í svimjing sum verður í svimjihølluni í Gundadali í Tórshavn í døgunum  27., 28. og 29. apríl 2007.

Øll ið hava svomið bronsunálatíð (305 stig ella meira) í 25 ella 50 metra hyli eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Tað er enn óvist um Sjónvarp Føroya sendir beinleiðis frá kappingini.

Kostnaðurin fyri einkultstart er kr. 15,- og fyri liðsvimjing kr. 60,-.
Kvittan skal verða viðløgd tilmeldingarlistunum.

Tað verður svomið innleiðandi  fyrrapart og finalur seinrapart.
800 m frí kvinnur og 1500 m frí menn er beinleiðis finala fyrrapart.

Um bert ein riðil er tilmeldaður, verður svomið sum finala.
Liðsvimjingarnar eru beinleiðis finalur seinrapart.

Luttakandi feløg hava hjálparfólk við, og svimjinevndin setur seg í samband við tykkum/hjálparfólk hesum viðvíkjandi.

Kappingarnar verða hesar:

Tann 27. apríl 2007,  fyrrapart

  • 1 : 100 frí kvinnur
  • 2 : 50 firvald menn
  • 3 : 200 blandað kvinnur
  • 4 : 200 bringa menn
  • 5 : 800 frí kvinnur
  • 6 : 1500 frí menn
  • 7 : 50 firvald kvinnur
  • 8 : 200 rygg menn
  • 9 : 100 rygg kvinnur
  • 10 : 200 blandað menn
  • 11 : 50 bringa kvinnur
  • 12 : 100 frí menn
  • 13 : 4×100 frí kvinnur
  • 14 : 4×100 blandað menn

Tann 28. apríl 2007,  fyrrapart.

  • 15 : 400 frí kvinnur
  • 16 : 100 firvald menn
  • 17 : 200 firvald kvinnur
  • 18 : 200 frí menn
  • 19 : 100 bringa kvinnur
  • 20 : 50 rygg menn
  • 21 : 200 rygg kvinnur
  • 22 : 100 blandað menn
  • 23 : 400 blandað kvinnur
  • 24 : 100 bringa menn
  • 25 : 50 frí kvinnur
  • 26 : 4×100 frí menn
  • 27 : 4×100 blandað kvinnur

Tann 29. apríl 2007,  fyrrapart.

  • 28 : 50 bringa menn
  • 29 : 100 blandað kvinnur
  • 30 : 400 blandað menn
  • 31 : 100 firvald kvinnur
  • 32 : 400 frí menn
  • 33 : 200 frí kvinnur
  • 34 : 100 rygg menn
  • 35 : 50 rygg kvinnur
  • 36 : 200 firvald menn
  • 37 : 200 bringa kvinnur
  • 38 : 50 frí menn
  • 39 : 4×50 frí kvinnur
  • 40 : 4×50 frí menn

Tilmeldingin skal SSF í hendi í seinasta lagi 20. apríl 2007.

Grodan tilmeldingarfílur verða sendar til feløgini.

Sí annars viðfestu innbjóðing frá Svimjisambandinum, við tilhoyrandi kappingarfílu “GRFM2007.txt”.

3 thoughts on “Innbjóðing til FM 2007”

  1. Um eg má koma við mínari persónligu meining, so er hetta eitt vána ár at lata verða við at senda frá FM. Kann ikki fyristilla mær annað enn at stevnan í ár verður met omaná met, umframt harða kapping í til dømis 50 frí (sum tí buurdi ligið fríggjadag ella leygardag).

  2. Veit frá álítandi keldu, at oyggjaleika-úttøkukappingin í triathlon verður umleið í pausuni sunnudag. Tey byrja 1500m-svimjingina so skjótt sum innleiðandi FM-svimjingin er liðug, og súkkla so síðani 40 km (til Kaldbaks og aftur), og renna 10. Sí annars triathlon.fo

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.