SSF skipað fyri skeið í merkjaskipanini

Seinastu 4 dagarnir hava 4 venjarar og 1 svimjisambandsumboð verið á skeið í norsku merkjaskipanini, at læra at læra onnur um skipanina.  Skeiðið vísti seg at verða sera áhugavert, serliga tí at undirvísarin var so royndur sum instruktørur og venjari, líka frá vatntilvenjing til landslið, umframt at hava hollar royndir innan svimjisambandsarbeiði.

Tey sum luttóku vóru øll úr FLOT, við tað at hetta felag tíverri er tað einasta sum veruliga tók merkjaskipanina til sín, tá einaferð fyri 10 árum síðani. Við høvuðsvenjaranum Rúna Gaardbo á odda, við tað at hann um nakar umboðar merkjaskipanina í Føroyum. Afturat honum vóru so Pálin og Halda Olsen, umframt undirriitaði, sum í dag venja viðkomandi nýggjar svimjarar í FLOT. Hartil luttók Jórun Eið úr Skeggjum eisini, sum umboð fyri SSF.

Undirvísarin var 65 ára gamli Per Irgens úr Noregi, sum hevur roynt so gott sum alt innan svimjiundirvísing. Einaferð ein succésríkur svimjivenjari í Grimstad, sum hevði upp til 11 landsliðssvimjarar í senn hóast býurin bara hevur einar 12.000 innbúgvarar og stórar grannar. Seinni knýttur at landsliðnum, sum venjari, fysioterapeutur og sikkurt svimjisambandsumboð eisini. Royndi í nøkur ár við stórari eydnu at reka sín egna svimjiskúla, sum hann so meira ella minni livdi av at hava. Hevur í dag mest skeið í merkjaskipanini og lívbjarging, umframt at vera norskur frásøgumaður hjá Eurosport.

Og so hevur hann ikki minst skrivað nýggju bókina “Slik lærer du å svømme” saman við tiltikna Ørjan Madsen, sum í dag er sports-chef hjá týska svimjilandsliðnum. Hendan bók greiðir sum navnið sigur frá fyrstu fasunum í svimjiskúlanum, og er fyrsta fyrsta av trimum grundbókum hjá norska svimjisambandinum.

Skeiðið skuldi kanska mest vera um sjálva merkjaskipanina, men varð skjótt um hvussu man byggur upp og rekur ein slíkan skúla, umframt at vit sjálvsagt fingu góð ráð og leiðbeining í hvussu man lærir børnini grundleggjandi evnini: Vatntilvenjing, kaving, flóting, glíð og framdrift. Hareftir fóru vit víðari til einstøku svimjigreinarnar og vendingar.

Skeiðið var sum heild ógvuliga drúgt men áhugavert. Vit vóru á skeið frá kl 9 til 18 mánadag, 9 til 18:30 týsdag og 9 til 18:30 mikudag, umframt eina løtu í morgun eisini (frá 9 til 12). Bara í gjár vóru vit í hylinum 4 ferðir, í umleið 6 tímar tilsamans. Hann hevur yvirhøvur nógv góð fiff, og vónandi finna vit 5 so útav at geva lærdómin víðari, nú gongd skal koma á at læra onnur um skipanina eisini.

Per biður forrestin heilsa, at tey løgdu merki til føroyingarnar á HM í Melbourne. Norska svimjisambandið hevði sum krav at landsliðssvimjarar skuldu annaðhvørt betra seg ella (um tey eru á heimsstøði) í øllum førum svimja upp til sítt besta. Hetta kláraðu tey vist nokk so dánt, men Per heldur at føroyingarnir slógu í øllum førum øll tey norðurlendsku londini í betringum. Har vóru jú bara trý føri har føroysku svimjararnir ikki settu bestu tíð. Og hartil helt hann at støðið var ógvuliga høgt hjá føroyingunum.

Per Irgens skal forrestin vera speakari á internationala svimjistevnan Bergen Swim Festival, sum verður í Bergen 5. – 6. mai 2007, eina viku eftir FM, og sum eg fyrr havi skrivað um her. Hann sær sjálvsagt gjarna at vit senda nakrar av okkara góðu svimjarar yvir har tá, at seta okkum í enn meira í respekt millum norðmenn. Alexander Dale Oen burdi verið har tá, við tað at hann venur í Bergen til dagliga (norðurlendskur methavari í bringusvimjing hjá monnum, sum tíverri ikki náddi nakað heiðursmerki í Melbourne, hóast hann svam 3. bestu tíð yvirhøvur).

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.