Innbjóðing til SUM 2007

Smáunglingameistarastevnan 2007 verður í Klaksvík í døgunum 30. mars til 1. apríl 2007. Gev gætur at bólkur 3 nú aftur kappast á SUM, saman við yngru bólkarnar 1 og 2, og at tilmeldingarnar skulu verða inni “áðrenn 28. mars”. Umframt at Svimjinevndin áðrenn kappingina skal hava kvittan uppá at startgjøldini eru goldin.

Fylgjandi innbjóðing er avritað av heimasíðuni hjá tsvim.com.


Innbjóðing  til SUM í Klaksvík í døgunum 30., 31. mars og 01. apríl 2007.

Fyrst ein umbering. Eg havi havt trupuleikar við virus – ikki forkølilsi -, og so aftur við Grodan.
Vónandi kemur hetta fram, um ikki sig frá. 

SSF bjóðar til SUM kapping í Klaksvík í døgunum frá 30 til 1. apríl.

Hetta verður ein kapping har bólkur 3 aftur verður at síggja saman við bólki 1 og 2.

Vit eru vitandi um, at ferming verður sunnudagin 01. apríl, men kunnu einki gerða við tað, kappingin verður long, 64 kappingar. 

Bólkarnir eru 

  • Bólkur 1 árgangur 98 og yngri

  • Bólkur 3 árgangur 94 og 95. 

  • Bólkur 2 árgangur 96 og 97

Sum vanligt skal gjaldast 15,- kr. pr. start og 60,- kr. fyri liðsvimjing, og skal kvittan sendast til mín áðrenn kappingina.

Send tilmeldingarnar til ssf@ssf.fo áðrenn 28.03.07.

Nærri boð um nær kappingarnar byrja, verða sendar til feløg frá Dan H. Mikkelsen, ið verður kappingarleiðari. 

 

Hvørt felag skal møta við minimum 3 hjálparfólkum.

við svimjikvøðu 

Poul


Tilmeldingarfílan er viðfest her niðanfyri

One thought on “Innbjóðing til SUM 2007”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.