Úrslitalisti frá Reysta-stevnuni 2012

Her er so úrslitalistin frá svimjistevnuni í Leirvík í gjár, leygardagin hin 17. november 2012, sum svimjifelagið Reysti skipaði fyri. Samlaða støðan gjørdist at vertsfelagið vann nógv flest heiðursmerki – 23 gull, 10 silvur og 12 bronsu til Reysti – meðan Ægir vann næstflest (6, 5, 1) og HS triðflest (5, 9, 9). Heiðursmerkjabýtið millum svimjarar má eg koma aftur til; men heilt skjótt sagt vóru gullvinnararnir Súsanna T. Justinussen, Jónas Hansen, Jana Thomsen, Hanna Lervig, Petur Pauli á Høvdanum og Rókur Trygvasón úr Reysti, Sólva Á. Sigurðsson og Signhild Joensen úr Ægir, Bartal Eidesgaard og Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag, umframt stafettirnar hjá Reysti.

Reysta stevna 2012