Pál 3:54.95 og gull í 400 frí á Danish Open 2013

Pál Joensen vann fyri løtu síðani gull á Danish Open 2013, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:54.95, frammanfyri polska Kacper Klich úr Katowice á 3:57.43 og svenska Adam Paulsson úr Elfsborg á 3:57.49. Frans Johannesen varð nr 4 við 3:58.38, og Alvi Hjelm úr Ægir nr 7 við 4:09.15. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2013-03-26 at 5.59.29 PM

7 ferðir føroysk luttøka í finalum á Danish Open í dag

Tað gekk bara ókey fyri okkum føroyingar hendan fyrsta morgunin við innleiðandi riðlum á Danish Open 2013. Birita Debes er í hálvfinalu í 50 rygg við næstbestu tíð (og føroyskum meti) 30.12 sekund. Pál Joensen og Alvi Hjelm í finalu í 400 frí við bestu og sættbestu tíð 4:00.30 og 4:08.67. Og systrarnar báðar Victoria og Cecilia Wigant Eysturdal í B-finaluni í 400 frí við ávíkavist 10. bestu tíð 4:35.67 og 11. bestu tíð 4:37.04.

danish-open-2013

(Venjing á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)
Continue reading 7 ferðir føroysk luttøka í finalum á Danish Open í dag

Pál, Frans og Alvi í finalu í 400 frí

Pál Joensen svam seg í morgun sum væntað í finalu í 400 metra frísvimjing á Danish Open 2013, við fyri hann løttu tíðini 4:00.30, ið vísti seg at verða bestu tíð av teimum 20 í innleiðandi riðlunum. Føroyingurin við donskum svimjitjóðskapi Frans Johannesen svam seg eisini trygt í finaluna við 4:07.66 og fimtbestu tíð … og ungi klaksvíkingurin Alvi Hjelm kom eisini í finaluna við 4:08.67 og sjeyndbestu tíð (!). Sí úrslitalistan her

alvi-danish-open

(Alvi óivað í gongd við okkurt spas á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)

Birita Debes 30.12 og nýtt føroyskt met í 50 rygg

Birita Debes setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2013 svam teinin uppá 30.12 sekund, har metið hjá henni frá EM í Debrecen í fjør var 30.60. Sí úrslitalistan her á livetiming.dk. Hon er sostatt víðari til finalu seinnapartin við næstbestu tíð, og nú væl nærri kravtíðini hjá FINA til HM í Barcelona á 29.85 sekund. DR sjónvarpar beinleiðis á netinum frá finalunum á Danish Open 2013, við føroyavininum René Thomsen sum viðmerkjara.

CIMG3245

Eisini suðuroyingar til Danmarkar at kappast

Eitt ferðalið úr Suðuroyar Svimjifelag er nú á veg til Danmarkar at luttaka á Danish Open 2013, sum verður í Bellahøj í Keypmannahavn nú týsdagin 26. mars til fríggjadagin 29. mars. Har eru sum kunnugt eisini Pál og Frans og Magnus og svimjarar úr Ægir, umframt Havnar Svimjifelag í Íslandi, so tað verður ikki eiti á føroyskari luttøku uttanlanda, hesar næstu dagarnar. Til ber at fylgja við úrslitunum frá Danish Open beinleiðis á livetiming.dk, umframt at danir við hjálp av Danmarks Radio fara at streama live á dr.dk/sporten

image

Startlistin til Danish Open 2013 klárur

Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Danish Open 2013, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Brønshøj frá 26. til 29. mars. Vit síggja at fleiri føroyingar liggja væl fyri til góðar plaseringar, har Birita Debes til dømis hevur bestu tíð í 50 rygg, Magnus Jákupsson bestu tíð í 200 rygg, og Pál Joensen bestu tíð í 200 og 800 frí.

Pál og Mads eftir 1500 frí á Danish Open

(Pál og Mads eftir 1500 frí á Danish Open 2012. René Thomsen eigur myndina)
Continue reading Startlistin til Danish Open 2013 klárur