Føroyskir oyggjaleikavinnarar í svimjing síðani 2007

Tað eru nógvir mátar at máta succcés, harav ein her hjá okkum er ‘hevur tú nakrantíð vunnið gull á Oyggjaleikum’. Eg havi hugt í gjøgnum listarnar aftur til 2007, og haldi meg síggja at allir føroyskur svimjarar hava fingið í øllum éitt gullheiðursmerki heimvið, av Rhodos í 2007, av Álandi í 2009 og av Isle of Wight í 2011. Tað er succés í mínari verð 🙂

  • Andrass Thomsen, HS
  • Astrið Foldarskarð, Ægir
  • Beinir Danielsen, FLOT
  • Birita Debes, FLOT & Ægir
  • Bjørg Seloy, HS
  • Cecilia W. Eysturdal, Ægir
  • Dánjal Hestoy, HS
  • Dánjal Martin Hofgaard, SuSvim
  • Elspa Mørkøre, FS
  • Eva Trygvadóttir, Ægir
  • Guðrun H. Jacobsen, HS
  • Guðrun Mortensen, SuSvim
  • Heðin L. Olsen, Ægir
  • Høgni Miné, HS
  • Jákup Ø. Mohr, FS
  • Jutta Thomsen, SuSvim
  • Karina Petersen, FS
  • Katarina S. Lamhauge, SuSvim
  • Kári J. á Høvdanum, FS
  • Kristian Olsen, Ægir
  • Kristina Eliasen, HS
  • Lisbeth L. Joensen, HS
  • Magnus Jákupsson, HS
  • Malan Vitalis Bærendsen, SuSvim
  • Mona Simonsen, SuSvim
  • Pauli Ø. Mohr, FS & HS
  • Poula Ø. Mohr, FS
  • Pál Joensen, SuSvim
  • Shaila millum Garðarnar, SuSvim
  • Tanja Skaalum, SuSvim
  • Turið S. Christiansen, Ægir

Continue reading Føroyskir oyggjaleikavinnarar í svimjing síðani 2007

Har vóru ‘record number of records’ í Álandi í 2009

Eg ivist í um vit nakrantíð nevndi hetta, í øllum gleðisróminum á Oyggjaleikum á Álandi í fjør. Men svimjistevnan í Godby var altso tann skjótasta Oyggjaleika-svimjistevnan nakrantíð, við metnógvum 32 oyggjaleikametum í 27 av teimum 42 svimjigreinunum. Gamla metið var 29 met, og tað er altso ikki tí at skráin er víðkað ella nakað sovorðið. Pál Joensen verður á heimasíðuni hjá álendingum serliga nevndur sum oyggjaleikasvimjarin yvir teir allar, ið millum annað vann gull í øllum frígreinum frá 50 til 1500 metrar. Og í hesum rokinum vunnu føroyingar altso tey 21 gullheiðursmerkini, ella helvtin á skjótastu Oyggjaleikum nakrantíð. Søgan er nú skrivað, og stendur tí til onnur klára at yvirganga hana 🙂

Continue reading Har vóru ‘record number of records’ í Álandi í 2009

Oyggjaleikaúrslitini síggjast nú á SwimRankings

Oyggjaleikaúrslitini úr Álandi eru nú at síggja her á SwimRankings, sum merkir at føroyski styrkismetingarlistin fyri úrslit í 25 metra hyli nú eisini er væl betri dagførdur. Tað var ikki bara sum at siga tað at fáa tey á SwimRankings, tí álendingar høvdu juksað eitt sindur við hvørjum FINA-landi ymisku oyggjarnar hoyrdu til, so at Føroyar til dømis hoyrdu til Finnland.

Úrslitalisti og hagtalsfíla frá Oyggjaleikum

Viðfestu fílur er úrslitalisti og ‘RE-fíla’ frá Oyggjaleikum, sum Rúni Gaardbo hevur klárgjørt við hjálp av eini backupfílu frá fyrireikarunum á Álandi. Hann hevur enntá gjørt sær tann ómak, at áseta kotur fyri ymisku føroysku feløgini, so at vit hvør sær kunnu lesa okkara egnu svimjarar inn í hagtalsforritið hjá WinGrodan.