Danski Tobias Bjerg á veg aftur eftir ferðsluóhapp

Úrvalssvimjarin Tobias Bjerg eigur donsku metini í 50 og 100 metra bringusvimjing á langgeil á stuttgeil og á langgeil, frá í 2017 og í 2018, men var so nú á heysti í 2018 fyri ferðsluóhappi, sum viðførdi ein ógvusligan heilaskjálvta. Her er ein stuttfilmur hjá Team Danmark, um hvussu hann stríðir seg aftur, lukkutíð so at hann nú aftur svimur skjótt.

Signhild og Rókur til Lissabon at kappast

Portugisar skipa nú í vikuskiftinum fyri “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa“, har eisini Signhild Joensen og Rókur Trygvason luttaka. Sum skilst verður luttøkan metstór, við einum 663 íðkarum serliga úr Portugal men eisini úr Algeria, Írlandi, Spania, Ungarn og Brasil, umframt við okkara báðum úr Føroyum.

Continue reading Signhild og Rókur til Lissabon at kappast

Reykjavík International nú størri enn nakrantíð

Guide to Iceland skrivar her at RIG verður hin størsta nakrantíð, har har tey seinastu árini hava havt einar 600 luttakarar í 19 ymiskum ítróttargreinum. Og tá man svimjingin hava átt ein góðan part – um ikki tað er farið púra í loftið nú – tí Sundsamband Íslands skrivar her at tey vera eini 395 úr 7 londum sum fara at kappast í svimjing.

Hagtølini síggjast eisini her av heimasíðu SSÍ, har vit kunnu lesa at londini eru Grønland (6 íðkarar), Danmark (24 íðkarar), Føroyar (46 íðkarar), Ísland (216 íðkarar), Noregi (66 íðkarar), Svøríki (10 íðkarar) og USA (27 íðkarar).

Tilsamans verða startirnir einir 1999 í tali, har tær 223 kvinnurnar eiga 1109 og teir 172 mennirnir 890.

Óli, Alvi og Frans allir í DM-finalur seinnapartin

Nú seinnapartin verða fyrstu riðlar á DM á stuttgeil 2018, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum og donskum svimjara av føroyskum uppruna. Alvi Hjelm skal royna seg í B-finaluni í 200 metra rygg, meðan Frans Johannessen er í A-finaluni í 50 bringu, og Óli Mortensen í skjótasta riðli í 800 frí. Finalurnar byrja kl 17 danska tíð, sum er kl 16 her í Føroyum, og verða stroymaðar her.

Signhild 1:02.15 og gull í 100 rygg í Saint-Dizier

Signhild Joensen úr Ægir megnaði í morgun at vinna sær gullheiðursmerki á altjóða svimjistevnuni í Saint-Dizier í Fraklandi, tá ið hon í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 1:02.15. Harvið vann hon gull og bronsu á hesu stevnu, bronsuna í 200 metra ryggsvimjing.

Hatta var so Saint-Dizier á hesum sinni, sum skilst eru tey longu á veg heim.