Føroyingar til Mare Nostrum í Barcelona

So er skjótt tíð til Mare Nostrum stevnurnar aftur, har serliga stevnan í Barcelona hin 11. – 12. juni er áhugaverd fyri okkum føroyingar. Startlistin sæst her, ið millum annað avdúkar at Pál Joensen liggur til gull í 400 metra frísvimjing.

Tey eru eini 7 sum fara at luttaka fyri Føroyar: Markus Joensen, Poula Ø. Mohr, Óli Mortensen og Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelag, Birita Debes og Alvi Hjelm úr Ægir og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Hartil luttekur Magnus Jákupsson fyri sítt danska felag, MK 31.



Av tí at kappingin er á sera høgum støði, við luttøku av nøkrum av heimsins bestu svimjarum, so hava føroyingarnir út yvir Pál trupult við at koma upp úr niðaru helvt av startlistanum. Men tó so liggur Bartal Hestoy til eitt 12. pláss av 22 í 200 bringu, Birita Debes til eitt 19. pláss av 34 í 100 rygg og eitt 16. pláss av 28 í 50 rygg, og so Magnus Jákupsson til eitt 11. pláss av 29 í 200 rygg, eitt 18. pláss av 36 í 100 rygg, eitt 8. pláss av 48 í 100 firvald, og eitt 10. pláss av 31 í 50 firvald.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.