Jessica Hardy vann kærumálið ímóti WADA

Altjóða antidoping-sambandið WADA tapti herfyri kærumálið ímóti amerikansku Jessica Hardy, um at fáa dopingkarantenu hennara upp á 2 ár, í mun til tað eina sum amerikanska dopingsambandið hevði givið hana. The Court of Arbitration for Sport (CAS) heldur at hon hevur handlað í góðari trúgv, tá ið hon tók tað kosttilskot sum seinni varð hildið at vera orsøk til at hon í 2008 testaði positiv fyri doping. Les t.d. her á BBC og her á SwimmingWorld.

Her niðanfyri tosar hon sjálv við The Morning Swim Show um málið


Tað tykist enn at vera óvist, um hon sleppur at luttaka á OL í London í 2012. IOC hevur sett í verk eina nýggja reglu, sum bannar íðkarar frá næsta OL, um teir hava verið bannaðir vegna doping í 6 mánaðir. CAS hevur eftir øllum at døma noktað at koma við nøkrum viðmæli, um hvussu tað skal verða við Hardy, hesum viðvíkjandi. Reglan kom í kraft tríggjar dagar áðrenn Hardy varð testað positiv.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.