Ráð og uppskot til okkum sum eru heima ella avbyrgd vegna COVID-19

Nú gerandisdagurin næstu vikurnar er so munandi broyttur av hesi farsótt sum herjar, er tað alneyðugt at vit ansa eftir okkum likamliga og sálarliga.

covid-19 photo

Her koma tí nøkur ráð og uppskot sum vónandi kunnu hjálpa eitt sindur, nú so nógv eru send heim og kanska enntá eru avbyrgd, við uppgávu at halda seg sjálvi í gongd.

Fylgið boðunum frá myndugleikum

Tað er tungt men neyðugt vit akta teimum boðum og tilmælum sum myndugleikarnir koma við, so fylgið væl við á teirra síðum:

https://corona.fo/

https://www.hmr.fo/fo/arbeidsokir/corona-covid-19/

Tað er sjálvsagt íroknað at ikki sníkja seg út at svimja ella á annan hátt venja ella spæla saman við liðfeløgum og vinfólkum.

Ansið eftir sálarheilsuni

Avbyrging er sera tung fyri sálarheilsuna, og tað er tí enn meira neyðugt enn vanligt at hugsa um hesi trý punktini í ABC fyri Sálarliga heilsu

  • Ver virkin: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.
  • Ver saman: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av.
  • Ver hugbundin: At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum.

Her er avbjóðingin nú, at vit samstundis skulu halda okkum frá hvørjum øðrum, men til alla lukku hava vit flest øll telefonir og líknandi.

Og her er neyðugt at eisini hugsa um hini – Kennir tú til dømis onkran sum kann hugsast at hava ongan at tosa við?

Ansið eftir likamligu heilsuni

Tað er líkasum tað sum tað handlar um nú, til at sum best kunna standa ímóti hesari smittuni. Syrg fyri at venja so passaliga nógv og ymiskt at tað enn er sunt, til at hava so sterka immunverju sum gjørligt.

Vanlig heilsuráð eru:

  • rør teg minst 30 minuttir um dagin
  • far endiliga útum um tú sleppur
  • fá nokk av svøvni til fastar tíðir
  • et fjølbroyttan og heilsugóðan mat
  • og ven nú ikki ov hart !

Roynið at halda tykkum í form

Tað er mestsum ógjørligt at varðveita sín ‘svimjiform’, um ikki ein sleppur at svimja. Men, so er tað tíbetur so nógv annað sum vit kunnu gera til at styrkja kroppin, eisini einsamøll í einum kamari.

Éitt er at vit kunnu gera øvilsi sum styrkja okkum til svimjing:

Men hartil vil eg viðmæla at hugsa øðrvísi og royna okkurt nýtt, nú tíðin er til tað og svimjingin líkasum farin afturum.

Tað kann vera yoga, har til dømis hesin nú bjóðar ókeypis atgongd til sínar videoir fram til hin 31. mai.

Ella fimleikur, sum ikki er bara-bara

Ella at læra frá teimum sum eru vanir við at sita inni

Ella soleiðis sum nú (19. mars) lagt út av Fólkaheilsuráðnum

Bjóðið tykkum sjálvi av

Nú er tíðin at finna sær eina avbjóðing, so at tað er lættari at hava nakað at arbeiða fram ímóti. Til dømis:

  • at standa á hondunum
  • at gera 100 armboyggingar
  • at røkka niður til tærnar við strektum beinum

Og gerið hetta alt til góðar vanar

Tað er nógv lættari um hetta verða bara vanar, so sum vit til nú í gerandisdegnum hava haft vanar sum vit ikki hugsaðu um.

Eitt gott hugskot er at gera sær eitt skema, so sum til dømis norski úrvalssvimjing Markus Lie hevur gjørt her:

Lesið eisini

https://www.swimireland.ie/news/staying-fit-healthy-during-covid-19

https://ais.gov.au/media_centre/news/athletes-urge-each-other-to-prioritise-mental-health

https://www.swimmingworldmagazine.com/news/cant-swim-here-are-25-things-you-can-do-to-stay-in-the-zone/

https://www.usaswimming.org/news-landing-page/2020/03/18/resources-to-help-athletes-cope-with-limitations-on-training-during-coronavirus

Sí eisini

Onnur ráð og uppskot?

Hava tit onnur ráð ella uppskot, ella fyri tann skyld annað sum tit hava uppá hjartað, so sendi endiliga til mín á rokur (kurla) ssf.fo, ella viðmerkið til hendan postin.

Vinarliga

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.