FINA góðkent FM á langgeil 2019 sum úttøkustevnu til HM 2019

FINA váttaði nú seinnapartin í skrivi til Svimjisamband Føroya, at FøroyaMeistarastevnan á langgeil 2019 er góðkend av FINA sum úttøkustevna til HM 2019 í Suðurkorea. Harvið kunnu vit nú aftur í ár bjóða svimjarum at royna eftir HM-kravtíð í Føroyum, enntá nú undir eftirliti av okkara egnu altjóða góðkendu dómarum og startarum.

Støðan er longu kunngjørd eisini á listanum hjá FINA yvir úttøkustevnur til hetta HM, sum verður í Gwangju í Suðurkorea hin 12. til 28. juli 2019, við kappsvimjing í svimjihyli hin 21. til 28. juli. Listin er rættiliga langur, tó bara við éinari úttøkustevnu í Danmark, og éinari í Føroyum 🙂

Vit í SSF eru sjálvsagt pávastolt um hendan heiður, nú vit sleppa at lata FM vera eisini úttøkustevna til HM, og enntá kunnu uppfylla treytirnar við egnum dómarum. Ikki so at skilja, at vit ikki kundu funnið uppá at bjóða onkrum útlendingini hendan vegin, sum í fjør; men gott at vita at tað er ikki alneyðugt.

FM á langgeil 2019 verður í Vági hin 26. til 28. apríl 2019.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.