Heiðursmerki til Óla og Alva í Sabadell

Tað gekk upp á stás hjá teimum báðum føroysku svimjarunum í Katalonia, nú finalurnar vórðu avgreiddar á Trofeu CN Sabadell. Alvi Hjelm vann í 200 blandað bronsuheiðursmerki við tíðini 2:08.89, og Óli Mortensen vann við 15:44.11 í 1500 frí eitt silvur heiðursmerki í teirri greinini.

Besta tíð hjá Alva er 2:08.13 í 200 blandað, frá Danish Open 2016, meðan næstbesta til nú var 2:08.98 frá HM í Kazan í 2015.

Besta tíð hjá Óla er 15:37.77 í 1500 frí, frá HM í Budapest í fjørsummar, og hin næstbesta 15:38.41 frá Danish Open 2016, meðan hin triðbesta til nú var 15:45.66 frá Danish Open 2017.

Tíðin hjá Óla var hartil undir kravtíðina til EM 2018 í Glasgow í august.

Tað gongur sostatt alvorliga rætta vegin hjá teimum báðum, nú teir longu í mars svimja niður ímóti hesum bestu tíðum hjá sær, sum annars typiskt verða settar á HM ella avgerandi úttøkustevnu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.