Føroysku metlistarnir nú á SwimRankings

Starvsnevnd SSF samtykti fyri nøkrum mánaðum síðani at vilja flyta sínar skrásetingar av føroyskum metum og juniormetum í svimjing, frá eini heimagjørdari loysn til SwimRankings. Hendan tilgongd er nú so mikið liðug, at røttu metlistarnir kunnu sigast at vera teir á SwimRankings.


Her eru listarnir:

Føroysk met – Kvinnur, langgeil (50m)
Føroysk met – Menn, langgeil (50m)
Føroysk met – Kvinnur, stuttgeil (25m)
Føroysk met – Menn, stuttgeil (25m)
Føroysk juniormet – Gentur, langgeil (50m)
Føroysk juniormet – Dreingir, langgeil (50m)
Føroysk juniormet – Gentur, stuttgeil (25m)
Føroysk juniormet – Dreingir, stuttgeil (25m)

Undirritaði arvaði í 2009 uppgávuna at skráseta føroysk met, og gjørdi eg tá eina ókeypis loysn til Svimjisambandið, har øll føroysk met og juniormet vórðu skrásett, umframt tey sum eru sett síðani tá.

Í dag eru 863 tíðir skrásettar í hesi skipan, sum annaðhvørt eru føroysk met, føroysk juniormet, ella bæði.

Hendan skipan hevur fyri so vítt riggað væl, men hevur nakrar snøklar sum ger at hon er ring hjá øðrum at yvirtaka. Umframt at har, sum við øllum øðrum ókeypis á netinum, er ein støðugur vandi fyri at vit ein dag knappliga noyðast at finna eina aðra loysn.

SwimRankings er loysnin sum SSF síðani 2008 hevur brukt til at skráseta øll føroysk svimjiúrslit, í 25 og 50 metra hyli, og sum í dag er mennt til at vera størsta og týdningarmesta loysnin til sovorðið í evropeiskari svimjing. Millum annað tí at LEN krevur at úrslit skulu vera skrásett har, um tey skulu kunnu brúkast sum tilmeldingartíðir til EM.

Hendan skipan kostar pengar, og nú eitt sindur meira afturat, við tað at tey framyvir eisini skulu handfara okkara føroysku met og juniormet.

Har eru onkur smávegis lýti, so sum at vit ikki koma at síggja okkara met í skipanini, fyrr enn stevnuúrslitini eru send til og viðgjørd av SwimRankings. Oftast nakrar dagar, og kanska enntá fleiri afturat, aftaná sjálva stevnuna. Umframt at hon í løtuni ikki vísir føroysk landsliðsmet.

Men, hinvegin verður tað lættari framyvir at uppdaga øll føroysk met og serliga juniormet, við tað at skipanin sjálv boðar frá, til SSF at skula góðkenna. Nú vit skiftu, vórðu faktisk trý føroysk juniormet uppdagað, hjá dreingjum í liðsvimjingum, sum onkunsvegna eru dottin niður í millum.

  • Ægir-dreingir 4:07.21 í 4×100 frí, á FM á langgeil 2017
  • Ægir-dreingir 9:11.20 í 4×200 frí, á FM á langgeil 2017
  • FLOT-dreingir 4:54.95 í 4×100 blandað, á FM á langeil 2017

Til lukku tit garpar í Ægir og FLOT, og orsaka at hesi met ikki eru skrásett fyrr enn nú.

Hartil gevur nýggja skipanin okkum betri møguleika at umhugsa eina víðking av teimum metum sum vit skráseta, til dømis til at umfata eisini ein ella fleiri aldursbólkar undir veruligan junioraldur, ella masters.

Gamla skipanin verður ikki sløkt enn, og ætli eg mær heldur ikki at halda uppat at skráseta í henni. Millum annað tí at eg har kann skráseta beinanvegin sum metið er sett, og tí at listarnir haðani eru lættir at seta inn á heimasíðu.

Men røttu listarnir eru altso teir á SwimRankings, framyvir.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

One thought on “Føroysku metlistarnir nú á SwimRankings”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.