Kravtíðir til EM 2018 í Glasgow

Her eru kravtíðirnar til EvropaMeistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Glasgow í Skotlandi hin 3. til 9. august 2018. Hesar kravtíðir vóru eisini sendar feløgunum í november 2017.

Hetta verður ein heilt serlig stevna, við tað at tað samstundis verður skipað fyri evropameistarastevnu í súkkling, golf, amboðsfimleiki, rógving og triathlon í Glasgow, umframt at Berlin skipar fyri evropameistarastevnu í frælsum ítrótti.

Altso einir ‘Evropeiskir Leikir’ at kalla, um enn tað her eru sjálvir ítróttirnir sum samskipa, heldur enn Evropeiska Olympiska Nevndin. Hendan seinna skipar í 2019 fyri einum uppfylgjara til Evropeisku Leikirnar í Baku í 2015, í Minsk í Hvítarusslandi, har tó eingin svimjing verður.

Og tá skal til stevnuna í Glasgow nevnast, at hon longu er íroknað eisini synkronsvimjing, vippulop og havsvimjing, meðan EM í vatnpolo verður í Barcelona í juli.

Sí eisini glasgow2018.com og berlin2018.info

Photo by Allie_Caulfield

Kravtíðirnar síggjast nú eisini her á heimasíðu SSF

Ger viðmerking