Heiðursmerkir til føroyingar á DM á stuttgeil 2017

Her lista vit upp heiðursmerki vunnin av føroyingum á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017, íroknað hjá teimum av føroyskum uppruna sum ikki hava føroyskan svimjitjóðskap.

Tilsamans vunnu teir eini 5 gullheiðursmerkir og 2 úr silvuri, umframt at Magnus og Frans kvalifiseraðu seg sum danir til EM á stuttgeil 2017.

9. november 2017

  • Magnus Jákupsson (1994, DEN) 53.63 og silvur í 100 blandað
  • Óli Mortensen (1996, FAR) 7:53.68 og gull í 800 frí

10. november 2017

  • Frans Johannessen (1992, DEN) 4:14.41 og gull í 400 blandað

11. november 2017

  • Magnus Jákupsson (1994, DEN) 52.77 og gull í 100 rygg
  • Óli Mortensen (1996, FAR) 15:12.12 og silvur í 1500 frí

12. november 2017

  • Magnus Jákupsson (1994, DEN) 24.23 og gull í 50 rygg
  • Óli Mortensen (1996, FAR) 3:48.67 og gull í 400 frí

Bæði Magnus og Frans hava nú á hesi stevnu klárað kravtíð hjá dønum til EM á stuttgeil 2017 – Magnus í 100 blandað og Frans í 400 blandað.

Óli og Alvi eru longu úttiknir sum føroyingar til EM á stuttgeil 2017.

 

2 thoughts on “Heiðursmerkir til føroyingar á DM á stuttgeil 2017”

Ger viðmerking