Alvi 4:40.49 og í finalu á Mare Nostrum 2017 í Barcelona

Tey eru nú um at verða liðug við næsta sett av innleiðandi riðlum á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, har eisini teir báðir føroyingarnir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royna seg. Og aftur í dag gekk tað útmerkað, við tað at Alvi megnaði at svimja seg til B-finalu.

Alvi svam 4:40.49 og 12. bestu tíð av teimum 21 luttakandi í 400 blandað, sum merkir at hann sleppur at royna seg aftur í B-finaluni seinnapartin. Besta tíð hjá Alva er 4:35.80 í ár, frá Danish Open í apríl mánaða, og føroyska metið hjá honum 4:30.17, frá Danish Open í 2016.

Óli svam 15:57.76 og 6. bestu tíð av teimum 8 í morgun, har so 8 aðrir og væntandi skjótari koma afturat í finalupartinum seinnapartin. Besta tíð hjá Óla er 14:45.66 í ár, frá tá ið hann vann gull á Danish Open í apríl mánaða. Persónliga metið hjá honum er 15:38.41, frá Danish Open 2016.

B-finalurnar byrja kl 16:00 í dag, spanska tíð, sum er kl 15:00 í Føroyum. Sambært tíðarætlanini er B-finalan í 400 blandað kl 16:07, spanska tíð.

 

Ger viðmerking