Met sett á FM á stuttgeil 2017

Her er ein listi yvir tey met sum vórðu sett á Føroyameistarastevnuni á stuttgeil 2017. Tilsamans 4 føroysk met og 5 føroysk juniormet, í mun til 3 føroysk met og 3 føroysk juniormet í fjør.

17390368_10155131488202953_3746396837658064264_o

Dagur 1

Signhild Joensen (2000), Ægir 1:01.39 í 100 rygg. Føroyskt met og juniormet, Birita Debes átti metini frá tá ið hon vann gull á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni (NJM) í Danmark í 2010

Ægir kvinnur 3:55.40 og føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing. Tær sum svumu vóru Signhild Joensen (2000), Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Barbara Debes (2000) og Ásbjørg Hjelm (1999). Ægir kvinnur áttu metið á 3:55.60 frá FM á stuttgeil 2016.

Dagur 2

Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir 2:19.92 og føroyskt juniormet í 200 firvald. Jana átti sjálv juniormetið á 2:22.64 frá Ægir-stevnu í oktober 2016.

Signhild Joensen (2000), Ægir 2:10.11 og føroyskt met og juniormet í 200 rygg. Hon átti sjálv metini á 2:11.53 frá tá ið hon vann bronsu á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni (NJM) í Danmark í desember mánaða.

Dagur 3

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag 16:55.18 og føroyskt met og juniormet í 1500 metra frísvimjing. Hon átti sjálv metini á 17:12.63 frá Ægir-stevnu í februar mánaða.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag 1:03.15 og føroyskt juniormet í 100 firvald. Kristina Elin Thomsen átti juniormetið á 1:03.22 frá Ægir-stevnu í 2012.

17436176_10155136456537953_1518751234908622805_o

2 thoughts on “Met sett á FM á stuttgeil 2017”

Ger viðmerking