Startlisti til FM á stuttgeil 2017

Her er startlistin til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali nú komandi vikuskifti. Ein stevna sum út yvir at vera FM, eisini er síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir í Gotlandi í summar.

Tíðarætlanin er hendan:

  • Fríggjamorgun 24. mars frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
  • Fríggjadag 24. mars frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
  • Leygarmorgun 25. mars frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
  • Leygarkvøld 25. mars frá kl 19:00 til 21:00 – Finalur
  • Sunnumorgun 26. mars frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
  • Sunnudag 26. mars frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur

Sí eisini innbjóðingina

Kravtíðir til Oyggjaleikir 2017 síggjast her umframt á heimasíðu SSF.

Tilsamans eru tey 43 kvinnuligir og 30 mannligir svimjarar úr øllum teimum 6 virknu svimjifeløgunum í Føroyum, sum fara at kappast í teimum 42 kappingunum á FM á stuttgeil 2017.

9 svimjarar hava sum er klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017.

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá øllum trimum finalupørtum.

Hartil ber til at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.dk

Ger viðmerking