Vár 28.80 og juniormet í 50 firvald

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti nú seinnapartin nýtt føroyskt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 28.80 sekund. Vár er árgang 2001 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.

var-eidesgaard

Vár átti sjálv føroyska juniormetið á 29.23 sekund, frá SuSvim-stevnu í januar mánaða, saman við Kristinu Elin Thomsen sum á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012 svam teinin uppá júst somu tíð. Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið á 28.29 sekund, frá Danish Open í 2014.

Ger viðmerking