Jana 2:28.40 og føroyskt met í 200 firvald

Jana Bjartalíð Thomsen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:28.40. Jana er árgang 2000 og svimur fyri Ægir.

14718863_10211230118813318_6283676038738130813_n
Jana frá tá ið hon setti føroyskt met í 200 firvald á stuttgeil á Ægir-stevnu í oktober 2016. Morensa Bjartalíð eigur myndina.

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag átti bæði føroyska metið og juniormetið á 2:29.98, frá SuSvim-stevnu í januar mánaða í ár. Besta tíð hjá Janu var 2:30.51 áðrenn hetta, frá Reykjavík International í januar mánaða.

Ger viðmerking