Heiðursmerkir til Óla, Frans og Alva á ØST KBM 2016

Danir avgreiddu sum kunnugt sínar regiónsmeistarastevnur nú í vikuskiftinum, og eydnaðist tað har Óla Mortensen og Fransi Johannesen at gerast sælandsmeistarar, Frans enntá tríggjar ferðir.

Í 400 frí vann Frans Johannesen gull við 3:45.53, sum er rættiliga nær hansara bestu tíð nakrantíð, á 3:44.68 frá EM á stuttgeil í Stettin í 2011.

Frans vann eisini gull í 200 frí við 1:47.37 og gull í 200 blandað við 2:00.66, umframt at vinna gull við stafettini hjá Triton í 4×200 frí, og silvur við stafettinum hjá Triton í 4×100 frí og 4×100 blandað.

Óli Mortensen vann gull í 800 frí, við tíðini 8:01.97 har hansara besta tíð nakrantíð er 7:59.51 frá Ægir-stevnu í februar 2015.

Óli varð hartil nr 4 í 100 frí við tíðini 52.99, og nr 11 í 100 firvald við 58.69.

Alvi Hjelm royndi seg eisini á ØST KBM 2016, og varð har nr 5 í 400 frí við 4:01.21, nr 9 í 200 frí við 1:55.57, og nr 8 í 100 blandað við 1:00.06. Hartil vann hann bronsr við stafettinum hjá Hovedstadens Svømmeklub í 4×100 og 4×200 frí.

Markus Joensen var eisini tilmeldaður til kapping á ØST KBM 2016, men møtti ikki.

úrslitalistan her

Ger viðmerking