Fyrstu svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017

Sum kunngjørt í september, so var Ægir-stevnan nú 22. og 23. oktober hin fyrsta av fýra útvaldum stevnum, har gjørligt er at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017, um ikki annað er avtalað. Við fyrivarni fyri at onkur er yvirsæddur, so vóru tey fýra sum kláraðu oyggjaleikakravtíð í Klaksvík, umframt Pál Joensen í Aachen.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag

  • 4:22.73 í 400 frí (kravtíð 4:24.30)
  • 9:05.50 í 800 frí (kravtíð 9:06.46)
  • 28.91 í 50 firvald (kravtíð 28.95)

Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000), Ægir

  • 1:03.01 og 1:02.96 í 100 rygg (kravtíð 1:04.49)
  • 2:16.75 í 200 rygg (kravtíð 2:19.05)
  • 29.43 og 30.03 í 50 rygg (kravtíð 30.47)

Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag

  • 30.01 í 50 bringu (kravtíð 30.02)

Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag

  • 15:59.74 í 1500 frí (kravtíð 16:01.19)

Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag

  • 15:27.47 í 1500 frí (kravtíð 16:01.19)

Hetta merkir sjálvsagt ikki at tey eru úttikin enn, men ‘einans’ at tey hava víst nøktandi støði til at kunna verða úttikin. Serliga Marius er her í vandabólki, við tað at einans tveir svimjarar kunnu umboða okkum í 1500 frí á Gotlandi, og hann tí fer at fáa harða kapping frá serliga Óla Mortensen, ið nú venur og kappast Danmark.

 

One thought on “Fyrstu svimjarar klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2017”

Ger viðmerking