Nógvir føroyingar víðari til fyrstu finalur á Danish Open 2016

Tey eru nú liðug við innleiðandi riðlunum á Danish Open 2016, og hava vit her føroyingar víðari til bæði A-, B- og C-finalur.

Untitled


Í 50 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir víðari til C-finalu, við 35.08 og 20 bestu tíð.

Í 400 frí svumu Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag seg víðari til A-finalur, við ávikavíst 3:56.05 og 3. bestu tíð, og 4:00.19 og 8. bestu tíð. Alvi Hjelm úr Ægir svam seg í B-finalu við 4:06.82 og 15. bestu tíð, men hevur har valt at melda avboð.

Í 100 frí svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg víðari til C-finalu, við 59.32 og 25. bestu tíð, har onkur onnur so síðani hevur meldað avboð, so at Sára slapp millum tær 24 í finalunum.

Í 100 rygg svam Magnus Jákupsson úr Farum seg í A-finalu við 57.54 og 3. bestu tíð

Í 200 bringu svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag seg í B-finalu við 2:25.70 og 10. bestu tíð.

Og so hava vit longu Vár Erlingsdóttir Eidesgaard í besta riðli í 1500 frí, seinnapartin, við 17:32.83 og 4. bestu tíð av øllum, umframt Silja Nielsdóttir Hansen úr Hvidovre sum hevur 17.44.79 og 8. bestu tilmeldingartíð.

Finalurnar byrja nú seinnapartin kl 17:30, danska tíð, og verða stroymaðar beinleiðis av dr.dk

Ger viðmerking