Sára 4:24.20 og føroyskt met í 400 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim stevnuni í Pálshøll svam teinin uppá 4 minuttir, 24 sekund og 20 hundrapartar av einum sekundi.

Untitled


Hetta er fyrsta met sett á langgeil í Føroyum, nú hendan stevnan var tann fyrsta langgeilastevna nakrantíð í Føroyum. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard átti føroyska metið og juniormetið á 4:26.87, frá Portugal Open í august mánaða.

One thought on “Sára 4:24.20 og føroyskt met í 400 frí”

Ger viðmerking