Lakari úrslit í Monaco í dag

Teir tríggir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen royndu seg aftur í dag á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, í greinum sum í øllum førum hjá Páli og Magnusi eru á greinsuni til at vera sergrein.

Pál varð við tíðini 1:52.61 nummar 22 í 200 frí, Magnus varð við tíðini 2:11.88 nummar 30 í 200 rygg, og Frans varð við tíðini 1:56.26 nummar 53 í 200 frí.

Føroyska metið hjá Páli er 1:48.98 í 200 frí, frá tá ið hann á Danish Open 2012 tryggjaði dønum luttøku á OL í London í 4×200 frí. Hendan tíðin nú er hansara 12. besta nakrantíð, sambært SwimRankings.

Teir eru nú lidnir við Mare Nostrum í Monaco, og kappast so aftur mikudagin í Canet. Tá sleppur Pál at svimja longri teinar, ið sum øllum kunnugt hóskar betri til mannin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.