Havnar Svimjifelag hátíðarheldur 75 ára føðingardag

Tíðindaskriv frá Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hátíðarheldur 75 ára føðingardag

Í ár eru 75 ár liðin, síðani Havnar Svimjifelag varð sett á stovn. Leygardagin 16. november verður føðingardagurin hildin í svimjihøllini í Gundadali við tiltøkum í hyljunum fyri limum og innbodnum gestum og móttøku fyri almenninginum. Størsta føðingardagsynskið hjá felagnum er, at kommunan skjótt ger álvara av at byggja eina nýggjan 50 metra hyl, sum býráðið longu hevur lovað og sett pening av til.

9038_10201196339300232_849645555_n

Tað er eingin loyna, at umstøðurnar fyri kappsvimjing í høvuðsstaðnum eru sera trongligar. Tí fegnast nýggja nevndin í Havnar Svimjifelag um, at býráðið hevur sett 10 mió. krónur av til fyrireiking av nýggjum 50 metra hyli. Tað er tó alneyðugt, at meiri ferð kemur á hetta arbeiðið, so okkara ungu svimjarar kunnu síggja fram til at fáa betri karmar at venja og kappast innanfyri.

Leygardagin 16. november skipar Havnar Svimjifelag fyri stórum jubileumstiltaki í Svimjihøllini í Gundadali. Leygarmorgunin fara kappsvimjararnir í felagnum at morgunvenja og eta morgunmat saman. Klokkan 12-15 fara børn 12 ár og yngri í skúlaaldri úr Havnar Svimjifelag og øðrum feløgum í landinum at spæla sær í hyljunum. Hesin parturin av tiltakinum verður fyriskipaður í samstarvi við Svimjisamband Føroya. Millum klokkan 15-17 er sjálv móttøkan fyri almenninginum við fotoframsýning, tónleiki, talum og onkrum leskiligum at eta og drekka. Og frá klokkan 17-20 verður ein sokallað Masters-kapping við eldri svimjarum.

Øll við áhuga fyri svimjing eru sjálvandi hjartaliga vælkomin frá klokkan 15-17 til almennu móttøkuna hjá felagnum, sum varð stovnað 8. september 1938.

Ger viðmerking