Bartal 2:26.46, gull og føroyskt met í 200 bringu á ÍM 50m 2013

Bartal Hestoy megnaði fyri løtu síðani at vinna sær gullheiðursmerki á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í Laugardalslaug í Reykjavík svam teinin uppá 2:26.46. Harvið tók hann eisini føroyska metið frá sjálvum Páli Joensen, sum var 2:26.59 frá Østdanske Langbane Mesterskaber fyrr í vár. Sí úrslitalistan her

Løtu seinni luttók hann eisini í finaluni í 200 firvald, vælsagtans eitt sindur moyrur men tó í frálíku tíðini 2:13.47, sum rakk til eitt 4. pláss. Pál eigur her føroyska metið 2:12.55, og besta tíð hjá Bartali er 2:12.73 frá Actavis Open í Hafnafirði fyrr í vár. Í innleiðandi riðlunum í morgun svam hann 2:13.15, summi av okkum vildu verið glað fyri yvirhøvur at gjøgnumføra 200 firvald á langgeil :-P

Bartal Hestoy íslendskur meistari í 200 bringu

(Bartal og Kristian Martin, Óli, Niels, Morensa og ein rúgva frá Reysta í Reykjavík. Sissal Hestoy eigur myndina)