Galimatias um ÍSF vil minka úrvalsjáttanina til Pál

Vit eru nú tveir mánaðir inni í árinum 2013, uttan at ÍSF hevur tikið støðu til hvussu tær 600.000 krónurnar skulu býtast, sum Løgtingið í 2012 játtaði til úrvalsarbeiði í 2013. Eg havi vegna meg sjálvan og hesa heimasíðu spurt meg fyri hjá starvsnevnd ÍSF, og skilji at tey arbeiða við at broyta uppá nýtsluna av úrvalspengunum, tí at stjórnin har meinar at tað skal koma fleiri tilgóða.

Pál Joensen bronze at Istanbul 2012

Tað burdi annars verið ein avgreiðsluspurningur, at Pál skal hava minst ta úrvalsjáttan sum hann fekk í fjør, eftir at hava vunnið bronsuheiðursmerki fyri Føroyar á heimsmeistarastevnuni í Istanbul í desember 2012. Hann er so vítt vit vita einasta føroyska ítróttarfólk sum hevur nóg høgt altjóða støði til at vera skrásettur í ADAMS skipanini hjá altjóða antidopingnevndini WADA, sum merkir at hann skal fráboða hvar hann er í minst 1 tíma hvønn dag í árinum, til at tey kunnu finna hann til dopingroynd. Hann er fluttur til altjóða viðurkendan úrvalsdepil at venja, við harav fylgjandi føstum útreiðslum. Hann hevur framleitt úrslit á altjóða støði øll tey fýra árini sum hann higartil hevur fingið part av úrvalsjáttanini til ÍSF. Og hann er snøgt sagt orsøkin til at vit (ÍSF) yvirhøvur hava fingið hesar úrvalspengar, um nakar minnist aftur til kjakið eftir EM í Beograd í 2008.

Pál and Jón after the 2010 Europeans 1500 freestyle

Svimjisambandið hevur enn fíggjarligu ábyrgdina av úrvalsarbeiðnum hjá Páli, netupp tí at hann er føroyingur. Og vit kunnu tí lítið annað enn koyra víðari, sum um at pengarnir fara at koma. Hetta er altso støðan góðar tveir mánaðir inni í 2013; og ein møguligur konsekvensur av at minka játtanina, vil tí verða meira og meira drepandi fyri SSF.

Man skuldi trúð at tað var lygn; men vit hava faktiskt ikki sæð nakra fíggjarliga effekt av teimum góðu úrslitunum í føroyskari svimjing seinastu árini, tá ið tað kemur til tann stuðul sum SSF fær frá sponsorum, landinum ella ÍSF. Játtanin til Pál kom í lag í 2009 og vaks so aftur í 2010; men út yvir tað hevur Svimjisambandið faktiskt bara tært av síni uppsparing, og ‘hildið stand’ tá ið tað kom til sponsorar. Hetta seinna gongur illa í ár; vit eru sum kunnugt í eini fíggjarkreppu, og støðan hjá SSF er tí serdeilis døpur, nú uppsparingin er uppbrúkt samstundis sum stuðulin minkar.

DSC01494

Persónliga haldi eg tað vera langt úti, at ÍSF loyvir sær at virka so, okkara vegna. Vit tosa ikki um hvat ÍSF ætlar at gera um eitt ár ella (betri) tvey, men um hvat ið kann henda nú, við tveir mánaðar afturvirkandi kraft. Alt gott um at tora at satsa og gera íløgur í framtíðina, við at spotta nýggj talent ella líknandi; men hendan éina succés – oyramerkta úrvalsjáttanin til Pál – hevur til nú altíð verið ‘med livrem og seler’: Ein íløga givin vegna longu staðfest altjóða úrslit (EJM í 2008, World Cup í 2009, EM í 2010, HM í 2011, og nú HM í 2012), og altíð við kravi um at Pál misti játtanina líka so skjótt sum hann tók ein steðg vegna skaða ella líknandi. Pál hevur ikki havt ein steðg hesi fyri hansara viðkomandi væl meira enn fimm árini, og hevur leverað í einum klassa langt yvir hvat nakað annað føroyskt ítróttarfólk er komið í námind av. Við hesi seinastu HM-bronsu sum besta dømi. Og tó so arbeiðir ÍSF við onkunsvegna at vilja býta eina frá Løgtinginum óbroytta upphædd út til fleiri.

Pál gull

Og tað er ikki tí at ÍSF hevur arbeitt serliga miðvíst við teimum hóast alt nógvu pengum sum ikki eru farnir til Pál hesi fýra árini; tí tað tykist mest at hava verið farið til ‘annað’, tá ið eg spyrji meg fyri.

Um vit hugsa um aðrar føroyskar svimjarar enn Pál, so hava teir verið næmast aftast í køini til at fáa úrvalspening, ‘tí at tit jú longu fáa so nógv’. Hetta hóast at krøvini tá ið Pál fær úrvalspengar eru so neyv, at peningurin til dømis ikki kann brúkast uppá kappingar sum vit allíkavæl høvdu farið til (EM, HM og líknandi), ella til eyka tiltøk sum Pál ikki er partur av. Sjálvur meti eg at vit hava mist onkran svimjara í klassa væl yvir hvat nøkur onnur føroysk ítróttargrein kann diska upp við, uppá hesa rokning.

Pál Joensen with his Åland 2009 medals

Ítróttur er fyri størsta part kapping, og vit mugu tí sjálvsagt góðtaka at fíggjarliga stuðulin til Pál minkar, tann dag onkur onnur ítróttargrein ella vit sjálvi diska upp við eini stjørnu av størri format. Men til tann dag, vil ein hvør pilkan við partinum hjá Páli eftir mínum tykki vera eitt grelt dømi um ‘Tall Poppy Syndrome

“The specific reference to poppies occurs in Livy’s account of the tyrannical Roman King, Tarquin the Proud. He is said to have received a messenger from his son Sextus Tarquinius asking what he should do next in Gabii, since he had become all-powerful there. Rather than answering the messenger verbally, Tarquin went into his garden, took a stick, and symbolically swept it across his garden, thus cutting off the heads of the tallest poppies that were growing there. The messenger, tired of waiting for an answer, returned to Gabii and told Sextus what he had seen. Sextus realised that his father wished him to put to death all of the most eminent people of Gabii, which he then did.”

Vegna meg sjálvan og hesa heimasíðu

Rókur í Jákupsstovu

DSC00444

Ger viðmerking