7 føroysk met og 9 juniormet á EJM 2012

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroyska luttøkan á Evropeisku Juniormeistarastevnuni er nú av, og hava okkara svimjarar sum heild svomið avbera væl, upp í móti og betri enn met sum tey í flestu førum sjálvi eiga. Magnus Jákupsson setti 5 føroysk met, 5 juniormet og kvalifiseraði seg 3 ferðir til hálvfinalu, og Cecilia Wigant Eysturdal hartil 2 føroysk juniormet.

Met sett á EJM 2012

Mikudag 4. juli

  • Magnus Jákupsson 24.79 í 50 firvald
  • Magnus Jákupsson 57.91 í 100 rygg
  • Magnus Jákupsson 24.69 í 50 firvald (hálvfinala)

Hósdag 5. juli

  • Cecilia Wigant Eysturdal 4:37.51 í 400 frí

Fríggjadag 6. juli

  • Cecilia Wigant Eysturdal 2:11.64 í 200 frí
  • Magnus Jákupsson 2:04.43 í 200 rygg
  • Magnus Jákupsson 2:04.12 í 200 rygg (hálvfinala)

Leygardag 7. juli

  • Magnus Jákupsson 26.53 í 50 rygg (og í hálvfinalu)
  • Magnus Jákupsson 54.12 í 100 firvald

Í hálvfinaluni í 50 metra ryggsvimjing svam Magnus seg millum teir 8 skjótastu sum kvalifiseraðu seg víðari til finalu, men varð hann eftirfylgjandi kolldømdur tí at yvirdómarin metti at har var okkurt klistur undir fótunum. Magnus sigur at tað má vera komið á føturnar ávegis út í hylin, og avgerðin varð tí eisini kærd fyri dómsnevndina á staðnum, ið staðfesti avgerðina hjá yvirdómaranum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

Ger viðmerking