Stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið

Hetta vikuskiftið skipar Svimjisamband Føroya fyri altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, kallað 11th Nordic Conference in Elementary Swimming Teaching. Eitt í føroyskum høpi risastórt tiltak, við yvir 170 luttakarum harav útlendingarnir aleina telja minst 130, úr skandinavisku londunum umframt Íslandi, Estlandi, Onglandi og Avstralia. Sí neg2012.com

Norðurlandahúsið

Høvuðsrøðari á ráðstevnuni verður Dave Dubois úr Avstralia, ið burturav hevur fingist við grundleggjandi svimjifrálæru í meira enn 20 ár, við uppgávum í Avstralia og Nýsælandi, USA, Skandinavia, Mexico og Singapore. Hartil fleiri norðurlendingar og eisini okkara egnu Pálin Olsen og Rúni Gaardbo, ið fara at tosa um alt frá fyriskipan av svimjiundirvísing, yvir lívbjarging og spøl og undirvísing á alnetinum, til undirvísing av børnum við breki.

Svimjisambandið hevur arbeitt miðvíst fram ímóti hesi stevnu, í samstarvi við norðurlendska svimjisambandinum, líka síðani vit fingu hana tá einaferð í 2010. Seinastu tíðina við fólki í parttíðarstarvi til at taka sær av tí praktiska, ið millum annað umfatar at finna innivist til allar hesar útlendingar. Tórshavn er snøgt sagt støvsúgvað fyri hotell-kømur hetta vikuskiftið, vegna svimjing, og flúgvararnir hava eisini nokk at gera 🙂

Sí annars www.neg2012.com, har til ber at síggja skrá fyri ráðstevnuna, luttakaralistar og so framvegis.

Ger viðmerking