Pauli 28.87 og føroyskt met í 50 bringu, 2/100 frá EM-kravtíð

Pauli Øssursson MohrTað er mær fortalt nú at Pauli Ø. Mohr eisini setti føroyskt met á HS-stevnuni í gjár, við frálíku tíðini 28.87, einans 2 hundraðpartar frá kravtíðini til EM í Debrecen. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.08 frá HS-stevnu í apríl í fjør, so nú eigur hann hartil heiðurin at vera fyrsti føroyingur undir 29 sekund í 50 metra bringusvimjing.

Orsaka seinkingina … dótturin varð fermd í gjár, so vit hava verið rættiliga upptikin :-)