4 ungir føroyingar til Calella í september

Sum tit sikkurt lósu í hasum brævinum frá Hestoy, so fara fýra ungir føroyskir svimjarar til Calella í Spania nú síðst í september, at venja saman við øðrum evropeiskum langteinarum, minst 10 ferðir yvir 6 dagar, á langgeil og í sjónum.

Crol Centre svimjihylur

Kravið var at talan skuldi vera um heilt ungar svimjarar, sum so í okkara føri gjørdust Cecilia Eysturdal úr Ægir og Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag, umframt Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag. Útvald tí at tey hóast sín unga aldur eiga klárt bestu tíðir í ávíkavist 800 frí hjá kvinnum og (út yvir Pál) 1500 frí hjá monnum.

Føroyskur venjari á túrinum verður Jón Bjarnason, sum so afturfyri skal standa fyri minst einari felags venjing, altso fyri allan hópin umframt okkara egnu. Jón var við Páli á venjingarlegu í Calella upp undir Paris Open í 2009, og letur heilt væl at umstøðunum har.

Ger viðmerking