Finis SwimSense telur tøkini fyri teg

Finis Inc lanserar nú “SwimSense Performance Monitor”, sum sambært teimum kann telja longdir og harvið strekki sum tú svimur, umframt tøkini í firvald, rygg, bringu og frí. Urið sær mun á greinunum við at týða rørslumynstrið, og goymir leypandi splitt-tíðir, ferð og líknandi, so at tú kanst greina venjingina á teldu aftaná, og hyggja at seinastu 14 venjingunum á sjálvum urinum eisini. Tað roknar leypandi út SWOLF- ella ‘svimjigolf’-skoruna eisini, sum er tíð + tøk fyri eitt ávíst strekki, sum er ein háttur at meta um hvussu effektiv tøkini eru. Urið kostar umleið 200 dollarar ‘over there’, og fæst nú frá www.finisinc.com.



Við urinum fylgir eitt forrestin ókeypis svimjiforrit kallað SwimSense Training Log, sum kann vísa tær ymisk lyklatøl frá venjingini í grafum og tabellum, goyma venjingardáta úr urinum og hjálpa tær at seta mál og líknandi.

Lesið her á SwimmingWorld Magazine. Vit hava skrivað um hetta urið frá FINIS fyrr, men tá var tað bara ‘á veg’. Onkrir bretar hava fyri tíð síðani eisini gjørt eitt líknandi ur kallað Pool-Mate, sum er eitt sindur bíligari.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.