Endamálið við hesi heimasíðu er at gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti.

Pál á venjingarlegu í Spania og Suðurafrika

Pál Joensen og Jón Bjarnason eru í hesum døgum á veg til Sierra Nevada á hæddarlegu, Pál eftir fyrst at hava verið til onkra test og vant saman við danska landsliðnum í Keypmannahavn, og Jón nú á veg úr Føroyum. Teir skulu vera fyrst 2 vikur uppi í hæddunum í Sierra Nevada fjøllunum í Suðurspania, í umleið 2300 metra hædd, og síðani 2 vikur í Pretoria í Suðurafrika, sum er í umleið 1800 metra hædd (og uttandura).

Her í videoini hevur danski sportsjefurin Lars Sørensen fingið orð á Pál, í sambandi við venjing í úrvalsdeplinum hjá danska svimjilandsliðnum í Bellahøj.

Sí eisini svoem.dk

Svimjistevnan í Vági avlýst vegna verkfallshóttan

Svimjikappingin BankNordik Open, sum skuldi verða í Vági leygardagin, er vegna verkfalshóttan avlýst. Lesið her á Suðuroyarportalinum hvussu verkfallshóttanin nú í vikuvís hevur ávirkað oynna, so at tiltøk sum hetta verða avlýst, eisini hóast einki verkfall er lýst enn.

Innbjóðing til NEG 2012

Viðfest er innbjóðing til størstu ráðstevnu um svimjifrálæru nakrantíð í Føroyum, sum verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 20. til 22. apríl. Ráðstevnan er ætlað øllum ið undirvísa í svimjing, bæði venjarum og lærarum, og fer at umfata tríggjar dagar við nøkrum av tí besta ið fæst innan svimjiundirvísing. Longu nú (24. januar) eru fleiri enn 90 útlendingar tilmeldaðir. Sí eisini www.neg2012.com

DSC_0008

Innbjóðing til Ægir-stevnu 10. - 12. februar 2012

Viðfest er innbjóðing til Inn-stórkapping í Klaksvík í døgunum 12. til 12. februar 2012, sum Ægir skipar fyri. Teinar frá 200 og uppeftir verða svomnir sum beinleiðis finala, har luttøkan í 800 og 1500 er avmarkað til 2 riðlar við skjótasta riðli um kvøldið. 100 metrarnir verða svomnir við vanligum innleiðandi sum á FM, og 50 metrarnir við eisini hálvfinalu. Tilmeldingarnar skulu vera inni í seinasta lagið týskvøldið 7. februar kl 21.

Omega OSB11 starting blocks in Klaksvík

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 28. januar 2012

Viðfest er innbjóðing til BankNordik Open í Vági nú leygardagin hin 28. januar 2012, fyri allar aldursbólkar. Kappast verður frá klokkan 10:30 leygarmorgunin við upphiting frá kl 09:30, sum merkir at tað burdi borið til at siglt suður við Smyrli klokkan 7. Gev gætur at kappast verður bara leygardag.

DSC_0064

Mie Ø Nielsen 2 nýggj donsk juniormet á Reykjavík International

Reykjavík International er í Íslandi nú um vikuskiftið, við vitjan av millum øðrum ungu donsku svimjistjørnuni Mie Ø. Nielsen. Og tað gongur bara framá hjá henni, í kvøld setti hon tvey nýggj donsku juniormet, við tíðini 25.76 í 50 frí, og 1.01.51 í 100 rygg. Á langgeil. Fylgið við á www.aegir.is, og síggi úrslit her.

Suðuroy alir heimsmeistarar

Tíðindi frá 50m svimjihylinum í Vági

1. februar verður farið á rundferð í Suðuroynni at kunna um verkætlanina um fyrsta langhyl í Føroyum. Kunnandi fundir verða í Hvalba, á Tvøroyri, í Fámjin, í Hovi, í Porkeri, í Vági, í Lopra og í Sumba.

Hylurin startskamlar1

Afturlit: 100 blandað í Køge Open 2008

Her er riðil 3 í 100 blandað við Joan Kristinu og Bjørg úr FLOT.

Afturlit: video frá Køge Open 2008

Rókur gav mær nøkur videobond í apríl í fjør at koyra á Youtube. Har ímillum var NJM 2007 og FM 2006, sum bleiv lagt á netið í fullari góðsku. Nú er tíðin komin til Køge Open 2008. Talan er um tvey talgilt bond, ið rúma góð 23 Gb. Upptøkurnar eru býttar upp í 73 brot. Her eru tey trý fyrstu brotini.

Ferðaliðið er júst komið til Køge, klokkan 15.00 fríggjadag 24. oktober, 2008. Í Føroyum skal aðalfundur verða leygardag 25. oktober, har Jon Hestoy verður valdur nýggjur formaður. Pál, Mona, Shaila, Malan (Susvim), Kári (FS) og Elspa (Westswim) kappast í DMK, har Pál setur danskt og føroyskt junior met í 200, 400 og 1500 frí (fyrstu ferð undir 15 min). Grant Hackett steðgar officielt mánadagin 27. oktober. Paulus Wildeboer er nýggjur landsliðsvenjari í Danmark.

Pál Joensen við danska landsliðnum á venjingarlegur fram ímóti OL

SwimNews.dk veit at siga frá prentaðu útgávuni av Jyllandsposten, at Pál Joensen fer við á tær tríggjar venjingarlegurnar hjá danska svimjilandsliðnum, harav fyrsta er ein hæddarlega nú síðst í januar. Hetta er fyrstu ferð at Pál fer á eina veruliga hæddarlegu, og hann er sjálvsagt rættiliga spenntur uppá hvussu tað fer at roynast.

Nu er det første gang, jeg kommer til at prøve en højdetræningslejr, og nu vil jeg prøve at tage det allersidste skridt med en lang træningslejr i højden. Det tror jeg vil give det sidste i min fysiske form, som jeg har brug for.

DSC05869

Bjóða út innihald