Pál kundi fingið ein 50 metra hyl í morgin, um viljin veruliga var har

Tá ið vit tosa um at fáa 50 metra hyl í Føroyum, so er næsti setningur næstan konsekvent, at tað kemur at kosta 60 ella 70 ella kanska yvir 100 milliónir krónur, tí at tað er prísurin fyri eitt svimjistadion. Men ynskið hjá Jón Bjarnasyni er faktiskt nógv meira einfalt og avmarkað, at fáa 2 geilir á 50 metrar til bara svimjivenjing, til ein prís og við eini verkætlan sum ger at vit kunnu fáa nyttu av hylinum nærmast beinanvegin, heldur enn at skula bíða eftir eini stórari byggiverkætlan.

Og tað er altso bæði møguligt og vanligt, at kunna fáa sett ein hyl upp uppá onga tíð, ið annaðhvørt er fyribils ella permanentur. Faktiskt er tað næstan at fyritrekkja, tá ið talan er um kappingarhyljar, tí at hesir skjótt uppsettu eru gjørdir til at kunna stillast nágreiniliga inn til at lúka krøv frá FINA um longd, breidd, djúpd og so framvegis.

Myrtha Pools eru bara ein av veitarunum av sovorðnum hyljum, ið verða brúktir til altjóða kappingar. Teir settu til dømis hylin upp til EM á stuttgeil í fjør, ið varð hildið í eini annars turrlagdari multiarena í Istanbul, sum skuldi brúkast bæði áðrenn og aftaná til kurvabólt, konsertir og annað. Teir settu eisini hylin upp til HM í Rom í fjør, og veittu hyljar til OL í Beijing og EM á stuttgeil í Rijeka í 2008.

Men tað er altso ikki ein kappingarhylur sum Pál og Jón og Suðuroyar Svimjifelag ynskja sær. Tvær geilir á 50 metrar eru nóg mikið, serliga um man kann seta eina plátu niður mitt í hylinum, og harvið fáa líka nógvar 25 metrar geilir sum í hylinum í Vági. Tá hevur man bæði 50 og 25 metrar hyl, og pláss til eitt svimjifelag í altjóða kalibur.

Bretar seta fyribils-hyljar upp til børn at læra at svimja, og amerikanskir OL svimjarar sum t.d. Angel Martino og Josh Davis hava fyrr fingið hyl settan upp í havanum hjá sær, at venja í fram ímóti OL. Tað er tíverri nakað kalt í Føroyum til at seta ein hyl upp í havanum, og avbjóðingin er tí eitt vet størri, at fáa eisini eitt rúm runt um hylin, og hita til at halda hylin nóg heitan.

Men alt hetta hava suðuroyingar longu arbeitt leingi við, og halda seg hava eina verkætlan klára, ið kann gera ein hyl fyri nakrar heilt fáar milliónir, ið fær avlopshita frá elverkinum í Vági. Tað sama kundi man gjørt til dømis á Sundi, og aðrastaðni har maskinarí sendir hita út í náttúruna. Serfrøðingarnir finnast, klárar at ringja til og bíleggja, so nú er tað bara veruligi viljin sum væntar, hjá teimum sum eiga pengar.

Um Gaza-geirin kann, so burdu vit eisini kunnað !!

One thought on “Pál kundi fingið ein 50 metra hyl í morgin, um viljin veruliga var har”

  1. Tað kemur fyri at fólk skriva nakað skilagott í viðmerkingum á Portalinum. Sum hendan:

    Kristian Erling Højgaard12:02 pm
    Nú nevna fleiri, at ein framtíðar 50 metrar svimjihylur skal gerast í Runavík ella á Toftum. Hóast eg búgvi á Toftum eri eg ikki heilt sambdur í tí. Á meginøkinum eru tað fleiri ítróttargreinar, ið kappast við hvørja aðra um fólkini, tí her eru so nógv at taka av. Sjálvur haldi eg, at ein framtíðar hylur skal gerast í Hovi í Suðri. Har er longu ein miðnámsskúli, og tí hevði rigga sera væl, at havt eina svimjibreyt, líka sum man hevur havt eina ítróttarbreyt á Kambsdali. Ger man svimjihylin í Hovi, kann man eisini gera eitt skúlaheim, soleiðis, at tey stóru talenti norðanfjørðs,eisini kunnu taka eina miðnámsútbúgving í Suðri.

    Tað sum Kristian Erling kanska ikki veit av, er at svimjibreytin longu er har.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.