3 juniormet fyrsta kvøld á MU 2010

So er fyrsti partur av Meistarastevnuni fyri Ung avgreiddur, við avbera góðum úrslitum. Cecilia Eysturdal úr Ægir setti juniormet í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:33.90 har metið hjá henni frá landsdystinum móti Íslandi í fjør var 4:36.21. Turið S. Christiansen úr Ægir setti juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, við tíðini 2:28.10 har kravtíðin at seta juniormet var 2:29.95. Og Ægir-damurnar Eva Trygvadóttir, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Cecilia Eysturdal settu nýtt juniormet í 4×50 frí, 9 hundraðpartar frammanfyri SuSvim, við tíðini 1:55.66 har metið hjá SuSvim frá í februar var 1:56.59. Havast skal í huga, at allar hesar gentur eru undir veruligan junioraldur, og tískil hava minst tvey ár afturat til at betra um sínar tíðir.

CIMG2828>

Magnus Jákupsson úr HS svam imponerandi 53.94 í 100 frí, har tilmeldingartíðin hjá honum var 54.56. Eyðbjørn Joensen úr SuSvim vann líka flott kappingina í bólki 2, við nýggjum persónligum meti 56.80, har besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 57.45. Kristina Elin Thomsen úr SuSvim vann allar 4 einstaklingakappingar hjá gentum í bólki 2, og Róland Toftum úr SuSvim líka trygt allar 3 einstaklingakappingum hjá dreingjum í bólki 1. Í yngsta aldursbólkinum hjá gentum hava tær bara svomið tvær kappingar enn, har Barbara Debes úr FLOT vann ta einu, og Jana Thomsen úr Reka hina.

CIMG2777

Øll úrslit frá MU 2010 síggjast her á livetiming.se

10 thoughts on “3 juniormet fyrsta kvøld á MU 2010”

  1. Um hendan myndin var heilt klár, so var hon nokk til ein Pulitzer. Ella ikki.

    CIMG2750

    Soleiðis segði scoreboard …

    CIMG2752

  2. So var munurin í liðsvimjing bert 9/100 partar sek. (ikki 11/100) Bara fyri at øsa meg sjálvan enn meira hehe.
    Annars svam Guðrun Mortensen 0:27,60 sum fyrsti svimjari í 4x50m frí, hon er 13 ár…
    Tanja svam 4:35 í 400m frí, undir gamla junior metið, og hon er bert 12 ár…
    Jú tað gongur so skjótt í hylinum at fólk á kantinum klára ikki at “hanga í” (meira um tað seinni)

    1. Havi nú broytt munin til hasar 9 hundraðpartarnar. Eftir øllum at døma kom eg ikki longur enn til at rokna tíðina í eygunum – heldur enn í høvdinum – í gjár 🙂

    2. Guðrun vann 50 frí í tíðini 27.42 :-S

      gudrun

      Juniormetið hjá Biritu Debes er 27.11 … har verður rok í Havn, næsta vikuskifti 🙂

  3. Cecilia roynir alt hon kann at yvirganga Alva, tá ið tað kemur til fjollarí á skamlinum

    CIMG2772

    Men Alvi er jú pro

    CIMG2655

    Í kulissunum goymir Haraldur seg

    CIMG2596

    Og Hestoy? Tja, Hestoy fann so í øllum førum ein hóskandi stól til sítt høga embæti

    CIMG2585

Ger viðmerking