Alshammar heimsmet í 100 blandað

Svenska Therese Alshammar setti í morgun við tíðini 58.51 nýtt heimsmet í 100 blandað, í innleiðandi riðlunum á World Cup stevnuni í Durban í Suðurafrika. Splitt-tíðirnar vóru 25.97 og 58.51 (32.54), har splitt-tíðirnar í heimsmetinum hjá avstralsku Emily Seebohm frá august vóru 26.88 og 58.54 (31.66). Flott av 32 ára gomlu ‘Tessuni’, sum annars er mest kend fyri at svimja 50 firvald og frí. Les her á swimmingworldmagazine.com.

2 thoughts on “Alshammar heimsmet í 100 blandað”

Ger viðmerking