Phelps fer í ‘jammers’ á World Cup

Ja, hetta hevur verið nevnt fyrr, at Phelps ætlar sær at svimja í stuttibuksum á World Cup í Stockholm og Berlin. Men nú hevur reachforthewall.com nøkur citat afturat frá Phelps sjálvum, har hann meira ella minni bjóðar Biedermann av, at gera tað sama.

“I’m going to have my jammer on,” Phelps said. “If anyone wants to put a jammer on, feel free. I’m getting ready for where the sport is going. If I’m going to be wearing this for the next three years, I’m going to start now.”

Men hetta merkir ikki at Phelps væntar sær at vinna, fyri tað um hann letur seg í so lítið. Hann viðgongur at Biedermann ‘knústi’ hann í summar, og at tað væl kann henda aftur nú. Men hann heldur seg altso til stuttibuksurnar allíkavæl.

“He crushed me this summer,” Phelps said. “If he destroys me, he’s going to destroy me … I’m focused on what I have to do.”


Eg yvirsá forrestin í greinini frá august, at teir báðir Bowman og Phelps umhugsaðu at lata hann svimja í stuttibuksum eisini á HM í Rom. Men teir valdu í síðsta enda Speedo LZR draktina, av tí at teir hildu at tað annars fór at ganga for nógv útyvir liðsvimjingarnar hjá USA… og tí at teir vóru ósikrir í um hann yvirhøvur fór at røkka finalum, um hann svam bara í stuttibuksum.

Even so, Bowman said, he and Phelps pondered Phelps’s showing up to the world championships wearing briefs. They eventually nixed the idea for two reasons: They didn’t want to hurt the U.S. relay teams’ performances (Phelps won golds on three relay teams). And they also feared Phelps might not be competitive enough to even reach the finals of some events.

“It would have been a fantastic statement, but he has a responsibility to the relays and he felt a responsibility to the team,” Bowman said. “If you just wore a brief it would be so absurd … We felt like that would also be like a publicity stunt.”

Tað sigur nakað um hvussu nógv hesar draktir hjálpa, at sjálvur ‘Superfish’ ræðist at enda uttanfyri finalu, um ikki hann fer í drakt.

Ger viðmerking