Heilt góðar vónir til gull aftur í dag

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroysku svimjararnir vunnu sum kunnugt 4 av 11 møguligum gullheiðursmerkjum í gjár, umframt 3 úr silvuri og 4 úr bronsu. Tíðirnar vóru nóg góðar til at seta 5 føroysk met, 2 landsliðsmet og 3 oyggjaleikamet; og vit vita tí nú at støðið er nóg høgt, til veruliga at kunna vænta okkum enn fleiri heiðursmerki.

Kappingarnar í dag eru:

  • 800 frí kvinnur: Mona Simonsen (1)
  • 400 blandað menn: Pál Joensen (2)
  • 200 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen (1) og Katarina S. Lamhauge (3)
  • 100 firvald menn: Pál Joensen (2) og Kári J. á Høvdanum (5)
  • 100 rygg kvinnur: Bjørg Seloy (2) og Birita Debes (4)
  • 50 bringa menn: Pál Joensen (2)
  • 50 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar (2) og Guðrun H. Jacobsen (3)
  • 200 frí menn: Pál Joensen (1) og Andrass Thomsen (5)
  • 200 blandað kvinnur: Eingin føroysk luttøka
  • 4×50 frí menn: SSF (eingin tilm.tíð)
  • 4×50 blandað kvinnur: SSF (eingin tilm.tíð)

Av hesum eru gullvónirnar serliga góðar til 800 frí hjá Monu og 200 frí hjá Páli, við tað at teirra tilmeldingartíðir eru klárt betri enn hjá kappingarneytunum. Malan og Katarina munnu eisini fara at gera seg galdandi í 200 bringu, sum liggur betri fyri hjá teimum enn 50 bringa, har tær vórðu nr 1 og 4 í gjár. Og so hava liðsvimjingarnar eisini heilt góðan kjans at vinna gull og seta oyggjaleikamet, soleiðis sum tey svomu í gjár.

Í hinum kappingunum eru føroysku svimjararnir ikki longri aftanfyri bestu tíð, enn at teir kunnu gera seg galdandi eisini í gullstríðnum. Pál svimur sjáldan 400 blandað, og man tí fara at betra nógv um sína tíð. Bjørg er umleið eitt sekund aftanfyri gullið í 100 rygg, og betraði seg sum kunnu næstan 3 sekund í 100 firvald í gjár. Pál er tíggjundapartar aftanfyri gullið í 50 bringu, og Shaila og Guðrun somuleiðis bara eitt vet aftanfyri gullið í 50 firvald.

Innleiðandi riðlarnir byrja kl 09:30 álendska tíð í morgun, sum er kl 07:30 í Føroyum. Finalurnar byrja kl 17:00 seinnapartin, sum er kl 15:00 í Føroyum. Til ber at fylgja við úrslitunum á www.svimjing.com/live, har eitt yvirlit eisini er yvir støðuna til nú. Hartil senda Rás2 og Kringvarp Føroya væntandi frá finalunum í kvøld.

í bussinum á veg til Godby
Rókur í Jàkupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

.

Ger viðmerking