Grús í maskinaríið

Puha, tað gekk ikki heilt sum ætlað í morgun. Pál og Kári feilmettu mótstøðuna í 100 firvald, so at teir báðir gjørdust ávíkavist nr 9 og 10 í innleiðandi, beint uttanfyri finalupláss. Andrass fór í sína gomlu bláu TYR drakt, og reyk somuleiðis beint útum finalupláss. Og í 4×50 frí hjá monnum gjørdi Pál ein tjóvstart, sum viðførdi at staffetin varð kolldømd, hóast teir heilt vist vóru nóg skjótir til at koma í finaluna.

CIMG9168

Andrass sá út til at geva alt í 200 frí, og svam tó 2 sekund seinni enn tann sum varð nr 8. Tað er tí eitt sindur ivasamt, um tað hevði hjálpt nóg mikið, um hann hevði svomið í sínari Blueseventy; men tað hevði nokk heldur ikki gjørt tað verri. Í firvald svumu teir báðir Pál og Kári klárt bestu tíðir í næstseinasta riðli, men vórðu snýttir av at heilir 6 svimjarar svumu skjótari í síðsta riðli. Og tjóvstarturin í liðsvimjingini… ja, tað var ein desideraður svipsari.

4 thoughts on “Grús í maskinaríið”

  1. Tað var eitt sindur keðiligt at tað skuldi ganga soleiðis, men hinvegin fáa teir betri stundir at hvíla seg. Sum tey søgdu á Rhodos: “Relax, you are on holiday” 😉

      1. …tað kundi verið verri. Teir kundu hava vunnið stafettina, inntil onkur hevði lopið í hylinum í ovurkæti 🙂

Ger viðmerking