Sindur veik úrslit á Mare Nostrum í Barcelona

Tað er sikkurt tann tunga venjingin sum øll stríðast við í løtuni, ella kanska missurin av Jaked J01 og líknandi draktum, men úrslitini hjá superstjørnunum vóru so í øllum førum ikki so øgiliga fantastisk í dag, á Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona. Brasilski Cesar Cielo vann 100 frí í tíðini 48.83, har Alain Bernard herfyri svam 46.94 í eini drakt sum síðani varð gjørd ólóglig av FINA. Maðurin við tí galdandi heimsmetinum á 47.05, Eamon Sullivan, kom ikki í A-finaluna, og meldar sikkurt frá B-finaluna vegna trupulleikar við andadráttinum. Amaury Levaux varð nr 22, og kom tí hvørki í A ella B finalu.

Fyri okkum í Føroyum var tað kanska meira áhugavert, at SwimNews rósar russiska Nikolay Lobintsev fyri at vinna 400 frí við tíðina 3:44.97, har Pál sum kunnugt svam 3:48.57 á DM í apríl.

Sí annars úrslit her á marenostrumswim.com

4 thoughts on “Sindur veik úrslit á Mare Nostrum í Barcelona”

  1. Ein SKAL jú hugsa um norðurlond, og ikki kann sigast annað enn at unga svenska (árg’93) Sarah Sjöström verður spennandi at síggja til HM í Rom. Norðurlendskt met 0:57,90
    Micha Østergaard Jensen úr West Swim Esbjerg átti “gamla” metið frá DM í Esbjerg í apríl.

  2. Nikita var sum vanta skjótastur í 400m frí, og tíðin er framúr góð, men eg má loyva mær at siga, at eg eri skuffaður av Prilukov, hann gjørdist nr. 2 sure… fínt fínt, men 3:51,43 ? That sucks.

    1. Eg veit tað væl, at eg skal venja meg við hetta her, at Pál kann hava eina tíð sum liggur millum nummar 1 og 2 á Mare Nostrum, og (klárt) frammanfyri sjálvan Prilukov. Men tað er altso vilt ! 🙂

Ger viðmerking