Andrass og Poula klár til Oyggjaleikir, Birita til HM

Tað var rómur í allari høllini, frá øllum feløgum, nú Andrass Thomsen kláraði at kvalifisera seg til Oyggjaleikir á Álandi, við tíðini 4:04.30 í 400 frí. Og løtu seinni var ikki minni rómur, tá ið bæði Birita Debes og Poula Ø. Mohr og Bjørg Seloy svumu undir oyggjaleikakravtíðina í 50 rygg, við ávíkavist 30.41, 30.83 og 30.88. Og 13 ára gamla Birita enntá so mikið skjótt, at tað eisini var undir kravtíðina til heimsmeistarastevnuna í Rom í summar.

CIMG5118

(Dánjal Martin og Kári fegnast um at Andrass hevur klárað kravtíðina)

Løtu seinni svam Pauli Ø. Mohr við tíðini 52.76 seg eisini undir oyggjaleikakravtíðina í 100 frí, og at enda sloppu rygg-genturnar aftur at kappast um tey plássini í 50 rygg á Oyggjaleikum, í 4×50 blandað stafettini, við tíðunum Birita 30.69, Bjørg 31.02 og Poula 31.07. Har er altso harður kampur um serliga annaðplássið, og einki er tí avgjørt fyrr enn tær hava svomið 100 rygg, í fyrstu kapping í morgin seinnapart.

CIMG5134

(Poula fær klemm frá Hildur, eftir teir 50 rygg)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.